2017-03-13 08:44
SÍ vann í dag FM-heitið fyri gentur 12 ár, tá tær í høllini í Trongisvági vunnu 2-1 á KÍF.
Settini endaðu 25-6, 16-25 og 15-7.
Bestu leikarar í dystinum fingu gávu frá Varðin Pelagic og Sportigan. Besti leikari hjá SÍ var Malan Maria í Haraldstovu Weihe og hjá KÍF var tað Kristianna Bartalsdóttir.
Steyp og heiðursmerki vórðu handa av Otto Leo Gram frá TB-flogbólti.
Hjartaliga tillukku til SÍ við gullheiðursmerkjunum og til KÍF við silvurheiðursmerkjunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald