2017-03-11 17:06
Tað gjørdist ein greiður FM-sigur til SÍ á Fleyr í finaluni hjá dreingjum 16. Sí vann dystin 3-0 við settmuninum 25-18, 25-16, 25-13.
SÍ var omaná í báðum teimum fyrstu settunum, men í byrjanini av triðja setti kom Fleyr best frá byrjan, og var á odda fram til 8-7, men so steðgaði upp, og SÍ dreingirnar vístu sína styrki og vunnu settið 25-13.
Bestu leikarar í dystinum fingu gávu frá Varðin Pelagic og Sportigan. Besti leikari hjá SÍ var Julian Vest Niclasen og hjá Fleyr Dávið Hentze.
Steyp og heiðursmerki vóru handa av Anitu Farstad frá Kantinuni í Skúlanum í Trongisvági.
Hjartaliga til lukku til SÍ við gullheiðursmerkjunum og til Fleyr við silvurheiðursmerkjunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald