2017-03-13 08:50
Fleyr vann í dag FM-heitið fyri dreingir 12 ár, tá ið teir í høllini í Trongisvági vunnu 2-0 á SÍ.
Settini endaðu 25-11, 26-24.
Bestu leikarar í dystinum fingu gávu frá Varðin Pelagic og Sportigan. Besti leikari hjá SÍ var Bjarni Joensen og hjá Fleyr var tað Eyðfinn Rajani Færø.
Steyp og heiðursmerki vórðu handa av Peturi Morell frá ungdómsmennara hjá Flogbóltssambandi Føroya.
Hjartaliga til lukku til Fleyr við gullheiðursmerkjunum og SÍ við silvurheiðursmerkjunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald