Ítróttur

Flogbóltur: Finaluplássið avgjørt í morgin millum SÍ-ÍF

...

2017-04-07 14:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin kl. 13 verður satt flogbóltsbrak í Sørvági, har SÍ og ÍF fara at stríðast um finaluplássið í meistaradeildini hjá monnum.

Einfalt
Roknistykkið er einfalt: Vinnarin skal spæla FM-finalu ímóti Fleyr ??? taparin stendur eftir við ongum (við undantaki av bronsumedaljum, sum leikararnir í hesum førinum tó ikki fara at fegnast um, kenna vit teir rætt).

Støðan undan seinasta landskappingardystinum í ár er, at ÍF er á øðrum plássi við 30 stigum og SÍ hevur 29 stig. Vinnur SÍ 3-2, so enda bæði liðini á 31 stigum, men tá verður tað SÍ sum strýkur avstað við finaluplássinum, tí teir tá hava ein settmun uppá +14, meðan ÍF hevur +12.

Grein 12 g sigur:
Um javnt er í stigum, er hægstljóðandi settmunur avgerandi.Stendur eisini her á jøvnum, eru innanhýsis dystir bæði í innleiðandi umfarinum og í deildini avgerandi ??? íroknað bóltmun. Stendur enn á jøvnum, verður umdystur leiktur. Kappingarstjóri FBFs ásetur tíð og stað fyri hendan dyst.

??rslitini millum liðini higartil í ár hava verið hesi:

25-11-2016: 3???1 til ÍF

08-01-2017: 3???0 til SÍ

17-03-2017: 3-2 til SÍ har 5. settið endaði 15-13.

Liðini møttust eisini í hálvfinaluni í steypafinaluni. Hesin dysturin endaði 3-0 til SÍ, men úrslitið á seinasta settinum endaði 31-29 til SÍ.

Lagt er tí upp til ein sera spennandi dysti í Sørvági.

Sjálvar FM finalurnar verða leiktar í Høllini á Hálsi 13. og 15. apríl.

I finaluni hjá kvinnum eru Dráttur og KÍF.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder