Kvinnulandsliðið er í dag farið av landinum ávegis til endaumfarið í EM-kappingini fyri smátjóðir í Evropa.
Í nátt verður gist í Keypmannahavn, og árla hósmorgunin verður farið til Luksemborg, har kappingin verður millum Luksemborg, Ísland, Skotland, Kypros og Føroyar. Íalt eru 15 lond í bólkinum.
Fyrsti dystur hjá Føroyum verður fríggjadagin kl. 12,00 føroyska tíð ímóti Kypros, sum Føroyar taptu 3-1 ímóti í kappingini í Føroyum í mai í fjørð. Íalt skal føroyska landsliðið leika 4 dystir.
Dystirnir verða stroymdir á:
http://www.rtl.lu/sport/1047909.html
Leikararnir eru:
Amager VK:
Sofía Purkhús
Dráttur:
Petra Sunadóttir Hansen
Sólgerð Henriksen
Fleyr:
Anja Sonnadóttir Danielsen
Anna Sára Leivsdóttir Johansen
Esther Rasmussen
Magnhild Jacobsen
??luvá Mohr
KÍF:
Guðrun Lindenskov Joensen
Eyðrið E. Hansen
Sóley Poulsen
Mjølnir:
Ása Fredriksberg
ÍF:
Fríðgerð Høgnadóttir Hansen
TB:
Inge Marie Rasmussen
Venjarar: Kristian Mikkelsen og Hjalmar Joensen
Fysioterapeut: Klæmint Isaksen
Liðleiðari: Elisabeth Purkhús
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald