Um vikuskiftið skipar Flogbóltssambandið fyri FM-kappingini fyri børn undir 12 ár, umframt kapping fyri flogbørn 0, 1, 2 og 3.
Íalt 98 lið undir 12 ár hava boðað frá luttøku, og er hetta stórsta luttøkan í kappingarárinum 2016/2017.
Peter Morell og Anna Frederiksen, sum hava samskipað kappingarnar, eru sera nøgd við talið av liðum, sum er ein stór framgongd í mun til seinasta ár.
Tað gleðiliga er eisini, at tað eru alsamt fleiri og fleiri dreingjalið, og hetta er sera positivt fyri at fáa javnvág í luttøkuna, tí higartil hava teir verið í minniluta í mun til genturnar.
Kappingin fer fram Hoyvíkshøllini og í Høllini á Hálsi. Leikt verður seleiðis:
Hoyvíkshøllin 4. mars 2017: | |||
kl. 9.00 til kl. 12.00 Endaspæl gentur U12, plasering 9-30 | |||
Kl. 12.00 til kl. 15.30 Endaspæl gentur U12 plasering 1-8, bólkur 1 + bólkur 2 | |||
Kl. 12.00 til kl. 15.30 Endaspæl dreingir U12 plasering 1-8 , bólkur 1 + bólkur 2 | |||
Kl. 12.00 til kl. 15.30 Endaspæl dreingir U12 plasering 9-14 | |||
Høllin á Hálsi 4. mars 2017: | |||
kl. 12.00 ??? 14. 15 Flogbørn 0 + Flogbørn 1 | |||
kl. 14.15 - 16.00 Flogbørn 2 | |||
kl. 16.00 - 18.30 Flogbørn 3 | |||
Leygardagin verður eisini seinasta kappingin fyri kvinnu-og mansunglingar áðrenn finalurnar í Trongisvági 10. ??? 12. mars. Henda kappingin verður í Høllini í Kollafirði.
Og sunnudagin eru hálvfinaluumfar í gentur 14 eisini í høllini í Kollafirði, tá liðini hjá SÍ og TB og Fleyr og Drátti, skulu royna at vinna sær rætt til finaluplássini í Trongisvági 10. ??? 12. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald