Ítróttur

Flogbóltur: 94 lið undir 12 ár á Giljanesi um vikuskiftið

...

2017-02-03 16:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Um vikuskiftið skipar Dráttur fyri flogbóltskapping á Giljanesi. Byrjað verður leygarmorgunin og hildið verður áfram til seint sunnudagin.

Flogbóltsfeløgini og Flogbóltssambandið hava í ár havt eitt tiltak við at økja um luttøkuna millum børnini, og hetta tiltak hevur borið stóran ávøkstur.

Luttøkan millum børn undir 12 ár er heili 96 lið, og er hetta ein vøkstur í mun til t.d. Mjølnir-kappingina, sum var fyri stuttari tíð síðani.

Tey feløg sum hava lið í hesum aldursbólki eru Sí, Dráttur, ÍF, TB, B 71, Mjølnir, Fleyr, Kíf, og nýggja felagið á Toftum, Ternan, sum hevur víðkað nógv um virksemi sítt seinastu tíðina.

Sum nakað nýtt í hesum kappingarárinum hevur Flogbóltssambandið í ár býtt liðini í U 12 í deildir, soleiðis at ovasti bólkurin er meistarabólkurin, og síðani er tað 1. deild, 2. deils osv.

Vinnandi liðini flyta síðani upp í næsta bólk eftir hvørja kapping, meðan aftasta liðið í ovara bólkinum flytir niður.

Hetta hevur verið sera væleydnað, og hevur verið væl móttikið millum børnini, feløgini og teimum avvarandi, tí hetta ger, at liðini altíð koma at spæla ímóti liðum, sum eru á sama støði.

Tey yngstu spæla eisini í 4 ymiskum level, í mun til støði og aldur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder