Ítróttur

Flogboltsmenninir snávaðu

...

2013-07-18 17:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í gjár var ein sera avgerðandi dystir hjá monnum spældur. Okkara skuldu leika móti Álandi, og var ein sigur eitt krav, um vit skuldi koma heim aftur við onkrari medalju um hálsin. Okkara menn kempaðu sera væl í gjárkvøldið, og stuðilin var eisini góður frá øllum teimum, ið møtti til dystin. Hóast innsatsurin var góður, so mugu vit ásanna at Álandi hevði munin í gjár. Teir vóru eitt sindur meira stabilir í spælinum, og serliga móttøkurnar hjá teimum vóru sum heild góðar. Hetta gjørdi at hevarin hjá Álandi, sum spældi ein sera góðan dyst, hevði lætt spæl. Hann kundi fordeila bóltarnar sera væl til allar sínar áleyparar, og hetta gjørdi at eingin teirra koyrdi troyttir. Dysturin endaði 3-1 til Áland og mugu vit bara boyggja okkum fyri teimum, tí teir høvdu munin í gjár. Nú liggur sera stórt trýst á okkara monnum, tí um nøkur medalja skal heim við skulu teir vinna bæði móti Gotlandi og Saaremaa. Tann fyrsti av teimum dystinum verður kl. 13.30 í dag á Barkeley Institute, og verður tað Gotland vit skulu leika í móti. Í morgin er so seinasti dysturin hjá manslandsliðinum hesa ferð, og verður tað Saaremaa, ið stendur hinum megin netinum, tað skrivar Flogbóltsamband Føroya á Facebook.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder