Ítróttur

Flogbóltskappingin klár

...

2015-10-01 01:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú er endaliga greitt, hvussu dystirnir í landskappingini í flogbólti 2015-2016 skulu spælast.

Eik-ligan hjá kvinnum byrjar nú leygardagin, 3. oktober, tá TB og SÍ spæla fyrsta dystin hetta kappingarárið. Hinir báðir dystirnir í fyrsta umfari vera spældir týsdagin og fríggjadagin í næstu viku. Tað eru sjey lið í bestu kvinnudeildini í ár, og eru tey TB, SÍ, Fleyr, KÍF, ÍF, Dráttur og Mjølnir.

Kappingin í EIK-liguni hjá monnum byrjar sunnudagin 11. oktober, tá ÍF og Fleyr og SÍ og Mjølnir hittast í ávikavist Kambsdali og í Sørvági. Umframt hesi fýra liðini er eisini Ternan av Toftum við í bestu mansdeildini í flogbólti í ár.

Nevndin í FBF hevur samskift við feløgini um kappingina. Feløgini fingu eitt upplegg um, hvussu kappingin skuldi síggja út, og tey hava so gjørt viðmerkingar til uppleggið. Nevndin hevur síðan roynt at tillaga kappingina eftir hesum ynskjum, og tann skipan, sum nú er send feløgunum er út ímóti at vera tann endaliga.

- Tað er øgiliga trupult at fáa alt at ganga upp, men vit hava gjørt okkara besta fyri at tillaga kappingina eftir ynskjunum hjá feløgunum, sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssamband Føroya.

Sjálvt um talan er um ta endaligu kappingina, heitir formaðurin á feløgini um at nærlesa kappingina. Er okkurt, sum als ikki hongur saman, ber til at tosa við FBF um tað. Annars verður hetta endaliga kappingin, og kappingarárið 2015-2016 endar 19. mars.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder