Ítróttur

Flogbóltsfelagið Fleyr 40 ár í dag

....

2017-05-04 15:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sosialurin skrivaði 22. Juni 1977 um nýggja ítróttarfelagið í Havn. Millum annað var hetta sagt í greinini:

???Ungir havnamenn eru gingnir saman og hava stovnað flogbóltsfelagið Fleyr. Hetta er fyrsta ítróttarfelag í Føroyum, sum er stovnað til einans at íðka flogbólt???

Teir í stovnaðu felagið vóru kendu flogbóltsmenninir Gordon Ejdesgaard, Finnbogi Arge og Herman Lindberg.

Felagið er í dag millum stórstu flogbótsfeløgini í landinum, og stríðist í dag við ov trongar hallarumstøður, tí nøktandi venjingartíð er ikki til allar limirnar hjá felagnum. Felagið hevur seinastu árini havt stóra tilgongd av leikarum serliga í deildunum undir 12 ár, men vøkstur hevur eisini verið í hinum deildunum hjá felagnum.

Stovningardagurin var 4. Mai 1977. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder