Ítróttur

Fleyr vann á Ternuni

...

2016-01-25 00:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fleyr - Ternan, menn 3-0, (25-20, 25-19 og 25-18)

Fleyr møtti í dag Ternuni í Gundadalshøllini - hjá Fleyr er umráðandi at vinna allar dystir, um teir skulu leika seg í FM-finalurnar.

Fyrsta settið leikaði javnt á, men móti endanum var tað Fleyr sum vísti, at teir vóru eina tonn betri enn uppflytararnir av Toftum og vann settið 25-20.

Eisini hini bæði settini vann Fleyr trygd og harvið dystin 3-0.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder