Ítróttur

Fleyr vann 5-settara á KÍF

...

2016-01-03 03:16 Author image
placeholder

Eftir ein sera spennandi dyst í kvøld, er greitt, at tað verða Fleyr-kvinnurnar, sum koma at leika finaludystin ímóti SÍ.

Dysturin Fleyr - KÍF gjørdist sera spennandi, Fleir vann 1. sett, síðani vann KÍF 2. og 3. sett - í 4. setti førdi KÍF 24-20, men tapti settið, so skuldi avgerandi settið leikast - tá vann Fleyr uttan trupulleikar.

Flogbóltsamband Føroya skrivar:

KÍF - Fleyr, 2-3 (18-25, 25-21, 25-17, 24-26 og 7-15)

Ein gýsari á Hálsi í seinastu hálvfinaluni millum KÍF og Fleyr.

Fleyr vann fyrsta settið 25-18 rættuliga trygt, men síðani stóð tað KÍF á øllum bóltunum heilt fram til 24-20 til KÍF í 4. setti.

KíF vann næsta settið 25 - 21 og triðja settið heili 25-17. Og í fjórða setti var tað alla tiðina KÍF sum var frammanfyri og førdi til seinast 24 - 20, og kundu tær tryggja sær finaluplássið við bert at vinna ein bólt afturat - áskoðararnir høvdu næstan reist seg, men so byrjaði Fleyr at býta frá sær, og tær megnaðu við góðum spæli at vinna settið 26-24.

So var 2- 2 í settum.

Men Fleyr byrjaði sum eitt óløgi í 5 og avgerðandi settinum og komu framum heili 14-3, við m.a. sera góðum servum frá Evu Nagata Winther, sum servaði flestu av hesum servunum. Og endin á settinum gjørdist at Fleyr vann settið og harvið finaluplássið 15 - 7.

Ein góð og undirhaldandi hálvfinala og eitt gott tiltak í Høllini á Hálsi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder