Ítróttur

Fleyr hongur í oddaliðunum

....

2016-02-14 20:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fleyr hongur í oddaliðunum

Fleyr ??? TB 3-0  (25-15, 25-19, 25-20)

Fleyr hevði í dag møguleikan at taka nøkur stig inn á Drátt og SÍ, sum liggja lið um lið í oddinum. Fleyr hevur tríggjar dystir til góðar, og tveir av teimum eru ímóti TB, sum var mótstøðuliðið í dag.

 

Sterkar servur

Fyrsta sett varð merkt av, at tað vóru servararnir, ið vunnu tey nógvu stigini. Bæði liðini løgdu nógv fyri í servunum, men hóast tað, vóru tað heilt fáar servur, ið miseydnaðust. Móttøkuspælararnir hjá báðum liðum royndu sítt besta, men nógvar móttøkur vórðu so nógv pressaðar, at liðini komu ikki til nakað serligt álop. Í so máta var Fleyr tó sterkari og álopini fjølbroyttari. Anna Sára Skaalum og Magnhild Jacobsen gingu undan í álopsspælinum og vunnu nógv góð smash. Hjá TB var meiri smáligt við álopsspælinum, og tey flestu stigini vórðu vunnin í servuni hjá serliga Bojana Ivkovic , sum er hevari í TB.

 

TB betur við

Í øðrum setti vann TB seg framum at byrja við, men Fleyr kom skjótt ígongd, við nógv meiri ágangandi álopsspæli enn TB. Fleyr vann seg 5 stig framum mitt í settinum, og tað bendi als einki á, at TB hevði nakað at koma við. Men so vendist spælið. Serliga var tað blokkurin hjá TB, sum vann fleiri stig á rað, og genturnar í Fleyr høvdu hug at hanga við høvdinum. Við støðuna 21-19 tekur Fleyr time-out, og tað má sigast, at eydnast væl, tí næstu 4 bóltarnar vann Fleyr og so statt settið 25-19. Anja Danielsen hjá Fleyr fekk fleiri hevingar á rað og vann tær, og seinasta bóltin spældi Súsanna Danielsen klókt heilt aftur á baklinjuna, tá ið alt TB-liðið var komið langt fram at standa. 2-0 til Fleyr í settum. 

 

Góður flogbóltur

Hjá TB var tað nú ella aldri, og liðið gav Fleyr sterka mótstøðu í triðja setti. Fleyr hevði munin tað mesta av tíðini, men TB vann seg inn aftur hvørja ferð. Liðið kempaði sera væl og stríddist fyri hvørjum bólti. Sofía Maria Ferjá og Rannvá Berg í Heiðunum vóru nógv meiri avgjørdar í álopunum, og 15 ára gamla Sára Maria Johansen vísti sum miðblokkur, at har er nógv í væntu hjá TB í framtíðini. Hon er ófør!

 

Hetta settið var nógv tað besta, og bæði liðini tordu og vildu geva alt. Tá ið støðan var 16-16 vann Fleyr seg 5 avgerandi stig framum við sterkum og fjølbroyttum álposspæli. Stigið frá 20 til 21 hjá Fleyr var fantastiskt, har Fleyr víst álopsspæl av allar besta slag og TB líka gott verjuspæl. Men sum so ofta í dystinum endaði tað við, at Magnhild Jacobsen vann tann avgerandi bóltin til 21-16. Eftir hetta fylgdust liðini, men Fleyr læt ikki liðsluna frá sær og vann settið trygt, tá ið av tornaði og harvið dystin og er framvegis við í stríðnum um FM-finalupláss.

 

Dagsins leikarar:

Magnhild Jacobsen, Fleyr

Bojana Ivkovic, TB

 

Støðan:

 

 

 

Seinasta dagføring: 13/02-2016

Støðan

Dystir

Sett

Lið

leiktir

vunnir

taptir

vunnin

tapt

munur

Stig

Dráttur

14

12

2

38

14

24

33

14

11

3

37

16

21

33

Fleyr

12

10

2

33

14

19

28

TB

13

6

7

27

21

6

22

KÍF

14

6

8

23

26

-3

19

ÍF

14

2

12

7

40

-33

4

Mjølnir

13

0

13

5

39

-34

2

 

St

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder