Fyrsta finalunar er leiktar, og vóru tær millum komandi stjørnurnar í føroyskum flogbólti - Fleyr - SÍ, dreingir 12.
Fyrsta settið vann Fleyr 25-17, men í øðrum setti vísti SÍ styrki, og vann uttan trupulleikar 25-20.
Stórur spenningur var síðani undan triðja og avgerandi settinum, og stórur spenningur var millum ungu leikararnar og ikki minst venjararnar.
Fleyr koma best frá byrjan, men við støðuna 14 - 6 til Fleyr kom stígur í, og ungu SÍ stjørnurnar vunnu spakuliga inn á Fleyr,
og róp frá ommum, abbum, syskjum og foreldrum gjørdust øgilig í høllini.
Men endin gjørdist, at Fleyr vann settið 15-11 og hevur so statt vunnið fyrstu finaluna hetta vikuskiftið og allar fyrstu steypafinaluna hjá dreingjum 12 nakrantíð.
Besti leikari SÍ:Bjarni Joensen
Besti leikari Fleyr: Mattias Nolsøe Isaksen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald