Ítróttur

FLEMMING RABEN OG CHRISTOFFUR GERT NIELSEN SKULA VENJA KYNDILSKVINNUR

...

2017-04-27 09:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kyndil.fo:

Flemming Raben hevur nógvar royndir innan føroyskan hondbólt. Hann hevur fyrr vant Kyndilskvinnur, Neistakvinnur og verið kvinnulandsliðsvenjari.
Christoffur Gert Hansen hevur verið ungdómsvenjari seinastu 10 árini. Fyrstu 5 árini í Danmark og síðani í Kyndli.
Báðir hava divisiónsvenjaraútbúgvingina hjá DHF.
Vit í Kyndli eru sera glað fyri, at hesir dugnaligu venjarir hava játtað at vant Kyndilskvinnur komandi kappingarár.

Vit villa eisini takka Daniel Gordo Rios fyri gott og læruríkt kappingarár, og ikki minnst eisini takka Sophus Dal Christiansen fyri alt arbeiði, hann hevur lagt í kvinnurnar nógv tey síðstu árini. Hann hevur verið við líka frá uppbyggjan til Europacup og at hava vunnið "The Double".

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder