Vinna

Flemish Cap: Eivind siglir inn við 220 tonsum

...

2016-01-27 15:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Línuskipið Eivind, sum hevur roynt á Flemish Cap, fór í nátt at sigla inn til Saint Pierre at landa, Eivind hevur 220 tons av heysaðum toski, sum er fryst umborð. Teir skulu landa fríggjadagin.

Eivind fór úr Føroyum 6. januar, teir hava verið 14 dagar á Flemish Cap, so fiskiskapurin hevur verið góður.

Teir søgdu í morgun, at teir høvdu eitt lot ímóti av útsynningi, so tað gekk ikki so skjótt, men í morgin tá ið teir koma undir land, tá verður fínasta veður.





Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder