2017-04-28 08:08
Nú svartkjafturin er í føroyskum sjógvi landa eisini fleiri útlendsk skip til Havsbrún.
Jupiter kom inn í gjár við 1.700 tonsum, teir fara avstað aftur í morgun, Janus, sum er heimahoyrandi í Póllandi landar í løtuni 1.300 tons, aftaná skal íslendska skipið Huginn landa 1.800 tons og í Ánunum liggur Christian í Grótinum og bíðar eftir landingartørni, teir hava 2.500 tons.
Skipini hava øll roynt sunnanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald