Politikkur

Fleiri spennandi mál til 1. viðgerð í dag

...

2018-03-22 07:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Klokkan 10 verður tingfundur, og í dag vera fleiri spennandi mál í tinginum til 1. viðgerð. Hesar 1. viðgerðirnar kunnu eisini geva okkum eina ábending um, hvør stuðlar samgonguni og ikki.

Hósdagur, 22. Mars 2018, kl. 10:00

 

1.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 127/2017: Uppskot til løgtingslóg um ráðgeving í sambandi við ætlanir um møguliga fosturtøku
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

2.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 126/2017: Uppskot til samtyktar um, at tunnil til Fámjins verður boðin út og gjørdur í sambandi við gerð av tunli millum Hvalba og Trongisvág
Málið verður beint í Rættarnevndina

3.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 142/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp (??heft nevnd)
Málið verður beint í Mentanarnevndina

4.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 137/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (avtaka allar uppboðssølur)
Málið verður beint í Vinnunevndina

5.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 140/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (morgunsangur)
Málið verður beint í Mentanarnevndina

6.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 100/2017: Uppskot til løgtingslógu um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Hækkan av grundupphædd til fólkapensjón)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

7.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 138/2017: Uppskot til samtyktar um bann í almenna rúminum fyri dularbúna og annað, ið fjalir alt andlitið
Málið verður beint í Rættarnevndina

8.    Framløga

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder