JN

Fleiri og fleiri pedagogar føla seg hóttar

...

2018-01-07 21:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Verkfallið hjá pedagogunum sær ikki út til at fáa enda, vit hava í kvøld tosað við ein pedagog, sum arbeðir á stovni við menningatarnaðum fólki. 

Pedagogurin sigur, at nú tey eru so illa mannað, føla tey seg rættuliga illa á arbeiðsplássinum, tey hava fleiri innberatningar fyri harskap, sum er sent inn, men tey fáa bara boðið pysiska viðtalu í ca. ein tíma, sum sjálvandi ikki hjálpir nógv.

Tað kann t.d. vera ein kvøldvakt, sum er sligin beint áðrenn vaktarskiftið, tá so tann eina náttarvaktin kemur einsamøll til arbeiðis kl. 23, tá veit hon ikki hvat hon kemur til, tað er sjálvandi sera krevjandi og uppaftur meira krevjandi,tá ið man bara er eitt starvsfólk á arbeiðsplássinum - ábyrgdin er jú stór.

Pedagogurin leggur afturat, at starvsfólk verða bæði sligin og hótt - til endans sigur pedagogurin, at støðan er heilt ótolandi og má fáa ein enda beinanvegin.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder