Vinna

Fleiri norsk skip landa lodnu á Eysturlandinum

...

2017-02-14 07:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Norsku skipini, sum hava verið á lodnufiskiskapi við Ísland, hava landað á Eysturlandinum.

Í farnu viku landaðu 5 skip til Sildarvinnsluna á Neskaupstaði -Havfisk með 460 tons, Svanlaug Elise með 350 tons, Havsnurp með 310 tons, Rogne með 320 tons og Smaragd með 250 tons, tey høvdu roynt útfyri Norður- og Eysturlandinum.

Leygardagin landaði Polar Amaroq 610 tons av frystari lodnu í Neskaupstaði.

Lodnufiskiskapurin tók seg fyrst upp vestur úr Grimsey, lodnan hevur flutt seg skjótt eystureftir og er nú útfyri eysturlandinum, tætt norðanfyri Seyðisfjørð. Føroysku skipini Norðborg og Finnur Fríði eru í morgun har á leiðini.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder