Vinna

Fleiri kundar og lægri rakstrarkostnað

...

2019-03-21 15:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Eins og undanfarin ár økti Betri Pensjón um kundaskaran í 2018. Leypandi inngjøldini frákundunum vuksu á leið 10% í mun til árið fyri. Betri Pensjón styrkir sostatt støðugt sína støðu ámarknaðinum. 

Betri Pensjón fegnast um, at aftur í 2018 er rakstrarkostnaðurin pr. kunda lækkaður samanboriðvið undanfarin ár. Hesin kostnaður er lækkaður niður í helvt í mun til 2014. Kundarnir fáa harviðfyrimunin av stórrakstrinum, sum felagið fær, so hvørt tað veksur. 

???Sum heild eru vit nøgd við úrslitið. Vit megnaðu aftur í 2018 at lækka rakstrarkostnaðin avfelagnum,??? sigur Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón. 

Aftaná nógv ár við góðum avkasti, gav 2018 eitt hall hjá kundunum í Betri Pensjón. 2018 var eittavbjóðandi ár fyri flest øll pensjónsfeløg í heiminum, og hetta komst fyrst og fremst av, atvirðisbrævamarknaðirnir stóðu seg illa ??? serliga í desember. Tað mista varð tó longu vunnið innaftur í januar 2019, og gongdin síðani tá hevur eisini verið sera góð. 

???2018 var eitt ár, har nógv órógv var á virðisbrævamarknaðinum, so tí eru vit sum heild nøgd viðúrslitið. Gongdin fyrstu tveir mánaðirnar í 2019 hevur verið sera góð, so tapið, sum kundar okkarahøvdu í 2018, eru longu vunnið aftur og reiðiliga tað,??? sigur Helgi L. Petersen. 

Árið í stuttum 

??? Ársúrslitið: 2,0 mió. kr. 

??? Solvensdekningur: 257,7% 

??? Rakstrarkostnaður pr. kunda: 645 kr. 

??? Tryggingargjøld tilsamans: 145,6 mió. kr. 

??? Samansparing hjá kundum: 1.168,7 mió. kr. 

??? Eginognin: 71,5 mió. kr

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder