Normering við lóg, rættvísari fíggjarleist umframt trivnaðar- og nøgdsemiskanningar. Hesi eru ynskini frá TIGN til avvarðandi myndugleikar, nú eitt ár eftir, at eldraøkið varð lagt til kommunurnar at umsita
Tíðindaskriv, 25. januar 2016
Mikukvøldið 20. januar skipaði TIGN fyri almennum fundi um støðuna á røktarøkinum, nú eitt ár er fráliðið síðani økið bleiv lagt til kommunurnar at umsita.
Tað hevur sjálvsagt verið ein avbjóðing hjá kommunum at yvirtaka økið, og náttúrliga hevur verið neyðug at havt stórt fokus á at skipa økið. Tað merkir fyri tey flestu heimini, at búfólk, avvarðandi og starvsfólk enn ikki sæð tann stóra munin í sjálvari røktini.
Eisini er galdandi fyri flestu kommunur, at tann peningur, sum kommunurnar eftir avtalu við landið fáa at fíggja raksturin av røktarøkinum, ikki røkkur til. Nógvar kommunur mugu tí í kommunukassan eftir tí, sum vantar í. Hetta ber tó ikki til hjá teimum kommunum, ið ikki eru nóg væl fyri fíggjarliga, og kemur hetta at ganga út yvir røktarstøðið.
Fíggjarligi leisturin
Tá økið skuldi leggjast til kommunurnar gjørdi TIGN eitt nú vart við, at røktarstøðið fór at gerast ójavnt frá kommunu til kommunu. Hetta tí nóg mikið av peningi ikki bleiv latið kommunum til raksturin, og røktarstøðið avhongur av, hvussu kommunurnar annars eru fyri fíggjarliga. Hetta vísir seg eisini at vera støðan í løtuni.
Tað ger tað ikki betri, at tann fíggjarligi leistur, sum verður brúktur til at áseta, hvussu nógv hvør kommuna fær av peningi til røktarøkið, ikki stillar kommunurnar líka í mun til fíggingina. Kommunurnar fáa nemliga hvør sær tað, sum kemur inn fyri borgarar í kommununi við forskattingini av pensjónum, og tað sum verður afturborið fyri borgarar í kommununi, sum eru fevndir av NIS-, DIS- og FAS-skipanunum. Tann fíggjarligi leisturin tekur sostatt útgangsstøði í arbeiðsorkuni í kommununi og ikki í talinum av røktarkrevjandi persónum, og um hetta hongur saman í onkrari kommunu, má tað vera av tilvild. Leisturin er tí fullkomiliga høpisleysur, og er hann eisini beinleiðis orsøkin til, at so stórur munur er á røktarstøðinum í eitt nú kommununi í Vestmanna í mun til kommunar á Sandoynni.
TIGN mælir staðiliga til, at tann fíggjarligi leisturin verður broyttur, nú hann skal endurskoðast, og at útgangsstøðið fyri fíggingini verður tikið í tí, sum skal fíggjast, nemliga talinum av røktarkrevjandi persónum í hvørjari kommunu, soleiðis at kommunurnar fáa nóg mikið av peningi til raksturin og vera fíggjarliga javnstillaðar í mun til raksturin av økinum.
Tað hevur tó eisini týdning fyri ójavnan í røktarstøðinum, at fokus og raðfestingar hjá kommunum eru ymiskar, og er hetta ein natúrlig avleiðing av, at økið verður býtt á so nógvar stýrandi eindir.
Røktarstøðið í dag
Annars vóru panelluttakararnir á fundinum generelt sera jaligir í mun til støðuna á røktarøkinum, og boðaðu frá, at støðan er góð, hóast nógv kann gerast betri. Tær afturmeldingar, TIGN hevur fingið frá avvarðandi av brúkarum í ymisku kommunum vísa tó, at tey ikki kenna seg aftur í hesum jaligu lýsingum. Støðan er tann sama, sum áðrenn røktarøkið bleiv lagt til kommunurnar. Støðið er á ongan hátt nøktandi, og í ávísan mun er tað heldur ikki forsvarligt.
Tað er ofta ført fram í seinastuni, at tað bert er tíð til ta grundleggjandi røktina og ikki tíð til umsorgan. Vit mugu tó ásanna, at á ellis- og røktarheimum kring landið, verða fólk, sum eru kognitivt væl fyri, men óhjálpin fysiskt, latin í blæu, tí ongin tíð er at hjálpa teimum á vesið. Hendan óvirðiliga støðan er í stóran mun ein spurningur um hugburð og normering.
Normering
Meðan nógvir panellutakarar umbóru seg við, at nógv starvsfólk á røktarøkinum ynskja at arbeiða niðursetta tíð, vísti Majbritt Mohr, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum, á, at nógvir heilsurøktarar, sum ynskja at koma upp í tíð, sleppa ikki upp á fulla tíð. Spurningurin um ???at fara upp í tíð??? er tó ikki so einfaldur. Nógvar ymiskar umstøður gera seg galdandi, og vóru mestsum allar blandaðar saman á fundinum. Tað er rætt, sum Majbritt Mohr vísir á, at nógvir heilsurøktarar, sum ynskja at sleppa upp í tíð, ikki sleppa upp í tíð. Hetta er ein trupulleiki, sum ger seg galdandi fyri allar fakbólkar á røktarøkinum. Tað finnast uttan iva starvsfólk á røktarøkinum sum ikki ynskja at sleppa upp í tíð, og er hetta ein heilt onnur støða enn tann, sum Majbritt vísir á.
Tað er nevnligia umráðandi at hava í huga, at nógv av teimum starvsfólkum, sum ikki ynskja at sleppa upp í tíð, ynskja hetta ikki, tí tað er so strævið at arbeiða á røktarøkinum grundað á lágu normeringina, og tey orka tí ikki at arbeiða fulla tíð. Tað er tungt at arbeiða fulla tíð, og eru tað fleiri orsøkir til tess. Til dømis sum ein liður í áhaldandi sparingunum á eldraøkinum, eru vaktir styttar úr 8 tímum niður í 7 og 6 tímar. Tað vil siga, at 8 tímar arbeiði viðhvørt skal gerast uppá 6 ella 7 tímar. Á summum heimum er køksvaktin og reingerð spard burtur, og teirra arbeiði endar hjá røktarstarvsfólkunum aftrat arbeiðinum, tey hava frammanundan.
TIGN metir tað vera umráðandi, at normering, við atliti til røktartyngdina, verður ásett við lóg.
Leiðslustøðið
Vantandi fíggingin varð nógv umrødd á fundinum, men eitt annað øki, sum ikki bleiv umrøtt, og sum er minst líka týdningarmikið, er leiðslustøðið á røktarøkinum. Um tað opitmala skal fáast burturúr, er alneyðugt við eini leiðslu, sum hevur neyðugu førleikar. Í Tórshavnar Kommunu er longu broyting gjørd í ovastu leiðsluni, tí stórir trupulleikar hava verið har, men eru teir enn ikki loystir. Sum dømi kann nevnast, at við sparingum fyri eygað er farið til fjarleiðslu, og deildarleiðarar skulu í ávísum førum virka á fleiri heimum í senn, og eru ikki tøkir, tá brúk er fyri teimum inni á einstøku heimunum. Hetta sýnist vera orsøkin til, at onkur heim, sum hava verið vælvirkandi í fleiri ár, ikki virka væl longur. Vónandi fer ein eftirmeting av økinum at vera gjørd skjótt, og vónandi fer hon at hava munandi broytingar við sær.
??tfrá tí, sum er komið fram, mælir TIGN til lógarásettar normeringar, ein rættvísan fíggjarleist og regluligar trivnaðar- og nøgdsemiskanningar, bæði millum búfólk, avvarðandi og starvsfólk.
Eini 150 fólk møttu á fundinum, sum var í auluni á Læraraskúlanum, har borgarstjórar í øllum kommunum luttóku. Fyri Suðuroynna luttók formaðurin fyri Bú- og heimatænastuna. Landsstýriskvinnurnar í almanna- og heilsumálum luttóku eisini á fundinum.
Vegna TIGN
Rúna Sivertsen Hanne-Dot Ludvig
Betzy Ludvig Mary Antonsdóttir
Tóra Tórgarð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald