|
Talið av fólki, ið leita sær viðgerð vegna
sterkari narkotisk rúsevni er vaksandi. Í fjør høvdu 15% av teimum, ið vóru
í viðgerð á Blákrossheiminum, brúk fyri hjálp vegna misnýtslu av sterkari
rúsevnum.
Ársfrágreiðingin hjá Blákrossheiminum fyri
2014 er komin út. Hon vísir millum annað, at tað eru fleiri og fleiri, ið
leita sær hjálp vegna misnýtslu av sterkari evnum. Í fjør var talið 15% í
mun til 12% árið fyri. Og hyggja vit yvir eitt longri tíðarskeið, so er
hetta talið nógv vaksið, sigur Olga Magnussen, leiðari á
Blákrossheiminum.
Tá ið talan eru um hvat slag av rúsandi
evnum, fólk gerast bundin at, er ein munandi broyting farin fram tey
seinastu árini. Tó so alkohol er framvegis nógv tann stórsti trupulleikin.
Hagtølini á Blákrossheiminum vísa, at fólk, sum eru bundin at ymiskum rúsandi
evnum, eisini eru bundin at alkohol. 69% av teimum, sum vóru í viðgerð í
2014, høvdu trupulleikar av alkohol, í mun til 63% í 2013. Hini 31% umboða
tey, hvar alkohol var blandað saman við øðrum rúsevnum. Í 2013 var hetta
talið 37%.
Bundni av alkohol og tablettum hevur verið
svingandi seinastu árini. Í 2013 vóru 13% av viðgerðunum fyri hetta slagið
av bundni og í 2014 lækkar tað niður í 9%. Størstu sveiggini eru í bólkinum
alkohol, tablettir, hash og narkotisk evni. Í 2013 var hetta 12% av viðgerðunum
og er hetta í 2014 hækkað upp í 15%. Møguliga kann hettar koma av, at
narkotisk evni eru lættari at fáa fatur á og møguliga er ein økt tilgongd
av hesum evnum í Føroyum.
Sum áður sagt, so vísa royndir frá
innleggingum á Blákrossheiminum, at næstan eingin ???bara??? nýtir t.d. hash
ella onnur narkotisk evni í Føroyum. Ein grund til, at næstan eingin nýtir
eitt einstakt evni, er møguliga, at tilgongdin av rúsevnum er óstøðug.
Hetta, at næstan eingin heldur seg til eitt einstakt evni, er møguliga eitt
serføroyskt fyribrigdi í mun til tey londini, vit samanbera okkum við, og
hetta kann vera orsaka av avmarkaðari tilgongd av rúsevnum.
Á Blákrossheiminum hava vit sæð eina
gongd, sum tykist at hava stabiliserað seg, har ein størri partur av
viðgerðunum er fyri misnýtslu av hashi og/ella narkotiskum evnum saman við
alkoholi og tablettum. Henda gongd eigur at vera tikin í størsta álvara,
stendur m.a. at lesa í ársfrágreiðingini, ið er at finna her!
|
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald