2019-04-10 08:50

Nógv svartkjaftaskip eru stødd í føroyskum sjógvi. Í morgun eru fleiri enn 30 skip stødd sunnast í føroyskum sjógvi og harafturat er fleiri íslendsk skip ávegis at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi.
Har suðuri er talan um 17 russisk skip, 8 føroysk, 1 grønlendskt og 5 íslendsk, haraftur at eru 3 íslendsk skip í morgun komin í føroyskan sjógv, og eru ávegis suður á feltið.
Vit hava einki frætt um hvussu fiskiskapurin er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald