2015-12-13 17:12
KVF: Nógv fólk vóru í býnum í Havn í nátt og nógv eru dottin í hálkuni, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Onkur hevur fingið snudd í høkuna, ein var dottin við glasi í hondini og hjá einum fór knæið úr lið.
Á Leirvíksvegnum gleið ein bilur og rend á ein pela. Eingin persónskaði var, men bæði bilurin og pelin fóru illa. Vakthavandi sigur, at bilurin koyrdi ov skjótt eftir umstøðunum, les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald