Vinna

Fleiri av svartkjaftaskipunum hava fiskað kvotuna

...

2015-05-26 14:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Finnur Fríði kom á Fuglafjørð í nátt fullfermdur av svartkjafti. Teir byrjaðu at landa kl. 8 í morgun, Finnur Fríði hevur 2.600 tons.

Finnur Fríði hevur fiskað kvotuna, tað hava Tróndur í Gøtu og Jupiter eisini. Tróndur er í Íslandi har teir landa tað seinastu lastina á Fáskrúðsfirði, Jupiter liggur á Fuglafirði, har KJ sandblásir nakrar RSW-tangar, seinni í summar skal Jupiter á beding í Havn.

Fagraberg er í doggini á Skála, teir fara heldur ikki aftur á svartkjaftin nú.

Á svartkjaftafeltinum eru 7 íslendsk skip, 4 russisk og so Atlantsfarið og Christian í Grótinum, Slættaberg fór av Fuglafirði í morgun og er ávegis á feltið.

Norðborg liggur í Ánunum og Næraberg roynir norðanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder