Politikkur

Flatskatturin fíggjar skattalætta til lág- og miðallønt

...

2015-08-20 02:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrsta stigið var flatskatturin, sum kom øllum føroyingum tilgóðar

Nú taka vit næsta stigið: At gjøgnumføra ein skattalætta, serliga til lág- og miðallønt, bæði í kommunuskatti og landsskatti.

Tað eru ógvuliga nógvar familjur kring landið, sum veruliga merktu ein økonomiskan lætta, tá vit broyttu skattaskipanina til flatskatt.

Eg eri ikki sørt errin av úrslitunum vit náddu í brátt farna valskeiðnum, serliga meti eg tað vera eitt bragd at vit fingu flatskattin gjøgnumførdan

Hetta var, eftir mínari meining, eitt neyðugt stig fyri at fáa meiri gongd á samfelagið, tí fólk við miðal inntøku ella meir, høvdu í stóran mun mist hugin at arbeiða. Serliga at arbeiða yvir.

Fleiri og fleiri valdu at arbeiða niðursetta tíð, tí skattaskipanin gjørdi, at tey høvdu nærum tað sama eftir, aftaná skatt, sum tá tey arbeiddu fulla tíð.

Tað sigur seg sjálvt, at tá tey høvdu tað sama eftir, so var tað landskassin sum misti.

So kom flatskatturin og vendi øllum á høvdið:

Fólk fingu hug at arbeiða.

Nú vildu tey flestu sleppa at arbeiða fulla tíð, og fleiri eisini yvirtíð.

Vit fingu vøkstur.

??rslitið varð, at landskassin fekk nógv fleiri inntøkur, soleiðis at sjálvt um nógvir pengar vóru brúktir til vælferðina, so verður landskassahallið burtur í 2016.

Hetta ger, at vit nú kunnu brúka part av yvirskotinum, sum vøksturin gevur okkum, at fíggja skattalætta til lág- og miðaðallønt.

Fólkaflokkurin ætlar at brúka yvirskotið soleiðis:

1/3 til skattalætta

1/3 til niðurgjalding av skuld

1/3 til vælferðina

Tí kunnu vit siga at flatskatturin fíggjar skattalætta til lág- og miðallønt.

Joen Magnus Rasmussen

Valevni Fólkafloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder