Politikkur

Flatskatturin bjargaði okkum

...

2015-08-14 18:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað var av stórum týdningi at vit fingu broytt skattaskipanina. Vit minnast hvussu fólk kendu seg dýktan undir av skatt,i um tey arbeiddu yvirtíð ella gjørdu ein eyka innsats.

Vit hoyra frá arbeiðsgevarum runt um í øllum landinum at Flattskatturin á mangan hátt hevur bjargað teimum, tí nú taka fólk gleðiliga ímóti møguleikanum at arbeiða meir, nú tað loysir seg!

Vit síggja eisini at flest øll búskapartøl venda rættan veg nú. Vit hava størri búskaparvøkstur enn flest øll lond í heiminum.

Arbeiðsloysi er minkað úr 7% niður i 3%

Lønargjaldingarnar økjast nógv

Inntøkur landskassans eru nú hægri enn útreiðslurnar

Komandi ár verður avlop á fíggjarlógin og vit kunna tá aftur niðurgjalda skuld

Fólkatalið í Føroyum veksur og verður skjótt 50.000

Vit útbyggja land okkara. Stórar íløgur verða gjørdar á Heilsuøkinum, skúlaøkinum, almannaøkinum og vit hava samtykt størstu verkætlanir innan samferðslukervið nakrantíð.

Tað grør um gangandi fót.

Og lat okkum ikki gloyma at tað er vinnulívið sum er lykilin til búskaparliga framgongd. Tí mugu vit altíð hava fyri eyga at vinnuligu karmarnir eru teir bestu, soleiðis at vit tryggja kappingarførið mótvegis fyritøkum uttanlands.

Fólkaflokkurin hevur sum mál, at lág og miðallønt í mesta lagi skulu gjalda 30% í skatti. Tað er sera umráðandi at ein sterkur Fólkaflokkur kemur inn á ting 1. Septembur.

Vel Fólkaflokkin

Jákup Mikkelsen, valevni Fólkaflokksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder