Mentan

Flamma og tríggir gestasangarar á Musical Dance Night

...

2013-10-15 17:39 Author image
placeholder

Leygarkvøldið 26. oktober fer orkufulli hittbólkurin Flamma at spæla musical-klassikarar á stórum dansikvøldi í høllini á Hálsi. Nú er greitt, at gestasangarar verða Mike, Hans Andrias Jacobsen og Søren Haugaard Pedersen.

Lagt er upp til eitt slóðbrótandi brak á Hálsi 26. oktober, tí Musical Dance Night-konseptið er ongantíð roynt fyrr í Føroyum. Flamma og gestasangararnir fara at spæla hitt úr m.a. Grease, Saturday Night Fever, Mamma Mia, Dirty Dancing og Fame. DJ Drewsen fer eisini at poppa við síni rock- og disco-samling.

Mike er sera evnaríkur sjónleikari og sangari. Hann spældi stórar leiklutir í sangleikunum "Jesus Christ Superstar" í 2010 og "Audition" í 2012 í Norðurlandahúsinum. Í 2011 var hann við í Queen-showi til jólaborðhaldini hjá Hotel Hafnia í Dansifrøi, og í 2012 sang hann saman við Dynamitt á Summarfestivalinum. Eisini hevur hann givið út væl umtókta staklagið "Hygg at mær."

Hans Andrias Jacobsen gjørdist ársins nýggi einstaklingur á Planet Awards í 2012. Hann hevur givið út stakløgini ???Wasteland??? og ???Don???t Want to Burn??? og spælir guitar og syngur í Grandma???s Basement. Hevur fleiri ferðir spælt á Summarfestivalinum. Í 2012 var hann gestasangari á heiðurskonsertunum fyri Paul McCartney í Havn og Klaksvík, har hann sang saman við m.a. Karl Martini Samuelsen.

Søren Haugaard Pedersen er forsangari í gitna danska bólkinum Robbie Williams Jam og føroyska bólkinum Hitmen. Hann ber orð fyri at vera ein av bestu live-sangarunum yvirhøvur, tí hann dugir ómetaliga væl at undirhalda fólki og fáa øll við. Robbie Williams Jam hevur spælt 1.000 konsertir seinastu 10 árini, so Søren Haugaard Pedersen er ein royndur harri, ið veit, hann hann ger á pallinum.

Atgongumerkir til Musical Dance Night á 250 kr. fáast á kunningarstovunum í Havn, Klaksvík og Runavík og á Magn-støðini við Streymin. Eisini fáast tey við dyrnar. Tiltakið byrjar kl. 23.00 og varar til 04.00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder