Vinna

Flaki sum Thor Goliath sleipaði til Føroyar sakk í gjár

...

2015-10-01 18:02 Author image
placeholder

Tann 30 sept.2015 kl 17:33komu boð frá Thor Goliath, at ein bátur ella flaki sum teir sleipaðu ímóti Føroyum, hevði fingið slagsíðu. Teir hava ongan bát umborð, og sluppu tí ikki umborð á flakan fyri at kannað hvat var áfatt.

MRCC setti seg í samband við Brimil, men teir bóðu MRCC spyrja um danska skipið kundi fara, tí teirra Frc bátur var ikki heilt í lagi.

MRCC bað so Arktisk Kommando um at fáa teirra skip, og tað var í lagi, teir skuldu senda Triton.

Áðrenn Triton hevði loyst, komu boð aftur frá Thor Goliat, at flakin var koppaður, og teir høvdu kappa sleipitrossan, so gekk bert lítil løta, so var hann sokkin.

Hann sakk kl 18:30 á pos: 61°13,850'N 005°54,075'W.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder