Magnus Rasmussen, landsstýrismaður segði hesi orð í dag, í sambandi við at fyrsta flagið varð loyst fyri nýggja bygningin hjá Sjóvinnustýrinum
Góðan dag
Sjóvinnustýrið hevur í mong ár rikist millum ymsar fyribils bústaðir, meðan arbeitt hevur verið við at skapa stovninum eitt varandi heim. Hetta hevur verið ein long og trupul tilgongd, men nú er tað skjótt søga, og í seinastuni er rættilig ferð komin á.
Tað er knappliga eitt hálvt ár síðani, at sáttmálin um at byggja umsitingarbygning til Sjóvinnustýrið varð undirskrivaður, og eftir ætlan verður bygningurin klárur miðskeiðis í 2023.
Og tá fáa tit endaliga tryggar og virðiligar karmar um tykkara virksemi.
Føroyar eru ein sjófarandi tjóð, og hesin stovnurin er tí eisini sera umráðandi fyri alt samfelagið. Fyrst og fremst skulu tit tryggja, at allar føroyskar og altjóða reglur um skip og sjófólk verða hildnar. Reglurnar og krøvini hava eittans endamál, og tað er at tryggja, at sjóvinna undir føroyskum flaggi er trygg og at sjófólkini hava góð arbeiðskor.
Samstundis skulu tit tæna eini vinnu, sum hevur sera dýr skip, sum ikki mugu liggja óneyðuga leingi við bryggju. Tí gera tit eisini eitt stórt arbeiði fyri, at sjófólk og reiðarí kunnu avgreiða neyðugu skjølini og loyvini skjótt og lætt, og tit eru tí ein stovnur, sum gongur undan at talgilda so nógvar tilgongdir, sum til ber.
Tað er tí upp á tíðina, at tit eisini fáa tryggar og virðiligar karmar um tykkara virksemi, og at tit kunnu flyta vestur aftur, sum hevur verið málið í mong ár.
Og tað er ikki eiti á bygningi, sum Zeta arkitektar hava teknað tykkum, og sum Búsetur, í samstarvi við LM-Electric, Spenn og PB Consult byggir.
Á tekningunum sæst týðiliga, at hesin bygningurin er teknaður við sjóvinnuni í huga. Uttan líkist hann mest av øllum einum skipi, sum stolt stevnir út á fjørðin, og eisini innan gevur byggilistin ábendingar um sigling og sjóvinnu. Eg ivist ikki í, at bæði tit, sum starvast í Sjóvinnustýrinum, og tykkara føroysku og útlendsku gestir fara at kenna seg væl og heima í nýggja sæti tykkara.
Hetta hevur verið leingi ávegis, og eg eri sera fegin um endiliga at kunna loysa fyrsta flagið, við bestu ynskjum um, at byggingin fer at ganga væl.
Takk fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald