Mentan

Flaggdagsrøða hildin bæði í Sørvági og á Giljanesi

...

2018-04-25 20:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Flaggdagsrøða 2018

Hans Jørgensen helt flaggrøðuna bæði í Sørvági og á Giljanesi.

Kæru vágafólk, avoyggjafólk og gestir allir.


Flaggdagshald í Vágum er felags tiltak, sum skúlarnir báðumegin Vatnið í mong ár hava fyriskipað í Sørvági og á Giljanesi. Skúlastjórarnir skiftast at biðja røðarar annaðhvørt ár.


??ll hesi árini hevur Sørvágs Tónleikarfelag luttikið í hátíðarhaldinum, og skúlabørn hava gingið skrúðgongu.


Reiðmenn og -konur hava eisini í mong ár verið við í skrúðgonguni.


Okkurt árið hevur eisini kórsangur sett dám á hátíðahaldið.


Vit hátíðarhalda okkara tjóðarmerki og savnast fegin við virðing um tað, tí tað minnir okkum á, at vit eru eitt fólk, ein serstøk tjóð, sum hevur sín rætt og sínar skyldur í heimssamfelagnum.


Okkara tjóðarmerki er lutfalsliga ungt; sjeytiátta ára gamalt.


Eitt flagg er ein ímynd, eitt symbol, sum ímyndar nakað ávíst livandi, deytt, hugsandi ella óhugsandi - ja, tað kann verða hvat sum er.


Okkara flagg, Merkið, skal eyðkenna, at her er eitt fólk, sum í felag virkar og kennir seg væl í góðum felagsskapi.


Men tað, at vinda Merkið á stong ella hava tað frammi til ymisk høvi í gleði og í sorg, hevur sínar skyldur.


Vit mugu ongantíð gloyma, at við tí umboða vit land okkara, tjóð okkara.


Fyri mær ímyndar Merkið ein serstakan, sera týdningarmiklan symbolikk, sum krevur nógv av okkum.


  1. Hvíti dúkurin er trygga, óspilta rættvísisgrundin; reinleikin sjálvur. Hann tolir ikki søl ella skitt. ??rættvísur og ósømiligur atburður dálkar dúkin og harvið alla tjóðina.


  1. Reyði liturin og krossmerkið umboða hitan, kærleikan, náðina, samhaldsfestið, virðingina fyri okkum sjálvum, men ikki minni virðingina fyri øðrum samdum ella ósamdum (sjálvt fíggindin er næsti okkara)


  1. Kaldi blái liturin er skilvísi, sum sinniliga og sakliga finnur møguleikarnar at sameina reina, ósæriliga hvíta dúkin og dreymarnar í heita sveimandi og dramatiska reyða krossmerkinum.


Haldi, at Merkið, flagg okkara, samsvarar við okkara tíð, ja, í nógv størri mun enn til øldirnar frammanundan.


Áðrenn upplýsingartíðina seint í 1700 og í 1800 talinum kendist rættvísin, reinleikin, kærleikin og skilvísið als ikki í tí málistokki, sum vit síggja okkara fólkaræði og samhuga við ???øllum??? okkara medborgarum: Fólkaræði fyri øll, har fá hava ov mikið og færri ov lítið, sum Grundtvig gamli sang tað.


Svend Augen, sáli, sigur onkunstaðni, at ein endurgeving úr hesum sangi hjá gamla Grundtvig stendur eftir, sum eitt sera vakurt stavnhald og er kanska vakrasti mátin at lýsa útjavningarpolitikkin í vælferðarsamfelagnum.


Vit skulu ikki taka tað so tungt, at Grundtvig í grundini var ímóti vælferðarsamfelagnum og royndi í sambandi við grundlógargerðina í 1849 at burturbeina tankarnar um fátækrarhjálp, almannaforsorg og aðrar sosialar veitingar.

At ???ejendomsretten er ukrænkelig??? varð kanska týdningarmesta reglan hjá valdsharrunum, tí, høvdu teir ikki yvirvaldsrættin á ognunum og øllum tilfeinginum, so mistu teir valdið og heitið sum yvirstatt.


Menningin av fólkaræðinum førdi til eitt rættvísari samfelag, har javnvágin millum hvíta og reyða litin við bláu rondini menti sjálvsvirðingina hjá fólki okkara, har vit við at gera okkara skyldu kundu krevja okkara rætt.


Vit føroyingar hava í dag ein felagsskapshugburð - vit loyva ikki, at okkara medmenniskju líða neyð. Felagsskapurin syrgir fyri, at øll fáa útbúgving og hava nøktandi heilsustøðu. Hetta er ikki nakað, sum hvør einstakur skal taka sær av.


Men innanfyri felagsskapsrammurnar er vítt til veggja og høgt til loft. Tað forðar tí ikki einstaklingum at virka sjálvstøðugt og fullføra einstaklinga avrik.


Tað er júst hesin hugburður, hesin felagsskapsandin, sum eigur heiðurin fyri, at vit í dag kunnu bera Merkið við gleði og stoltleika.


Føroyska flaggið, Merkið, vælferðarsamfelagið og felagsskaphugburðurin komu ikki av sær sjálvum. Tað kostaði bæði blóð, sveitta og tár.


??ti í heimi  kostaði tað milliónum av mannalívum, og tað ger tað enn, har fólkaræði ikki hevur vunnið frama. Har einaræði eirindaleyst heldur fólkinum niðri.


Valdsharrarnir um okkara leiðir, høvdu undan upplýsingartíðini og langt inn í nítjandu øld, ein niðrandi og eftir okkara hugsan í dag kúgandi og ómenniskjaligan hugburð, sum als ikki hevði hóskað til flagg okkara.


Effektin av rembingunum í upplýsingartíðini náddi ikki okkara fólk fyrr enn í nítjandu øld, tá smámaðurin so smátt fekk fótin fyri seg.


Okkara kæri oyggjabúgvi, miðvingurin Jens Christian Svabo, breyt gamlan siðaarv og fór saman við einum hoyvíkingi, Nicolaj Mohr, at lesa annað enn gudfrøði (sjálvt um gudfrøðin gav vald og ríkidømi, tí prestarnir vóru jarðardráttir). Teir lósu ístaðin natúruvísind og búskap og gingu sostatt ímóti normunum.


Men Svabo gjørdist kendur sum mentunarverji og málgranskari. Tá tað ikki eydnaðist honum at fáa fast starv í sínum upprunaliga yrki, flutti hann heimaftur um summarið 1800. Hann búsettist í Havn, har hann savnaði, granskaði og skrivaði niður av mannamunni á móðurmálinum. Haraftrat undirvísti hann og skapaði áhuga fyri føroyska málinum og serstøku føroysku mentanini.


Systursonurin, V.U. Hammershaimb, føddur 25. mars 1819, tók táttin upp eftir skyldmannin. Hann verður skrivaður sum faðir at føroyska skriftmálinum.


At eg nevni hesar undangongumenn í eini flaggrøðu, er ikki bara tí, at teir komu úr Vágum, men eisini tí, at m.a. teirra virki bar upplýsingartíðina til oyggjar okkara .


Føroyingar tóku seg saman at hava skúla fyri øllum børnum. 18 ára gamal Havnadrongur og fæloysingur, Jørgin Frants Jacobsen, sum á ein ella annan hátt hevði vunnið sær bókligan kunnleika, varð settur í starv sum lærari í Vágum í 1829. Árið eftir í 1830 vórðu fyrstu skúlahúsini við læraraíbúð á bygd tikin í brúk niðast á Torsteinsmørk í Miðvági.


??semja um skúlaskipan hevði við sær, at skúlin varð niðurlagdur 1854, og Jørgen Frants fór at handla, tá einahandilin varð avtikin í 1856.


Men í fyrstu kommunulógini frá 1872 varð álagt nýstovnaðu kommunum at skipa skúla. Læraraskúli varð stovnaður, og skúlar vórðu so við og bygdir í øllum bygdum í Vágum og víða um landið.


Upplýsingin rakk nú eisini okkum.


Tað hendi nógv hesa tíðina. Danska grundlógin varð lýst í 1849, og eitt slag av parlamentarismu í sera avmarkaðum formi varð skipað í ríkinum.

Sum nevnt frammanfyri, so var Grundtvig ein av fedrunum til donsku grundlógina, og sjálvt um hann ikki longu tá dugdi at síggja, at fólkaræðið í víðkaðum formi fór at føra til tað samfelag, sum vit kenna tað, so gjørdist upplýsngartíðin ein frælsistíð.


Tað er hetta frælsi vit, sum eitt serstakt fólk, í dag hátíðarhalda.


Vit fara tí glað hiðani at taka ímóti várinum við greiða boðskapinum, sum Merkið boðar okkum:


Landið er okkara, Merkið er okkara. Latið okkum sum sterkur felagsskapur hjúkla um hetta landið og hetta flaggið og bera tað enn longur fram, so eftirkomarar okkara óskammaðir og stoltir kunnu bera tað víðari.


  1. Ikki dálka hvíta dúkin við grammleika, ováti, oyðsli og vanrøkt av landi og havi. Stremba eftir at verja natúrina móti óneyðugari dálking, so alt tilfeingi - ogn Føroya fólks á landi og sjógvi - undir vælskipaðum lógum og reglum í friði og sóma ber hetta fólk fram á leið.


  1. Ikki gloyma hitan, kærleikan, náðina og samhaldsfestið, ikki minst virðingina fyri hvørjum øðrum - minnast til at virða tey, ið ikki hugsa sum vit, trúgva sum vit - eru sum vit. - næstin er okkum altíð næst hóast húðarlit, trúgv, seksualitet ella hvat tað skal vera.


  1. Vit eru eitt upplýst fólk, og tí skal skilvísi (sunn fornuft) altíð verða við, tá vit taka støðu í lívinum.


Góðan flaggdag


Sí myndir HER.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder