Flaggdagsrøða 25. apríl 2021 í Sørvági og á Giljanesi
Góði áhoyrari!
Ímynda tær, at árið er 1919, og tú gongur á steinløgdu gøtunum í Keypmannahavn. Har møtir tú ungum føroyskum studentum, sum spentir greiða frá, at teir, afturat víðari lestri, vilja geva føroyingum egið flagg. Tá ið tú so spyrt teir, hví tað hevur týdning, so er svarið uttan drál, at føroyingar eiga at hava egið flagg sum vísir, hvørji vit eru, og Føroyar eiga sjálvsagt at hava frælsi til at avgera egin viðurskifti.
Um hesa tíðina valdar aftur friður eftir fyrra heimskríggj og studentarnir, sum búðu á Store Kongensgade 92 vóru ávirkaðir av tíðini. Tjóðskapur, mentan, mál, persónligt og tjóðskaparligt frælsi og ábyrgd hugtók Jens Oliver Lisberg, Pauli Dahl og Janus ??ssurson, sum gjørdust vinir og í vinalagi fingu avgerandi týdning fyri flaggsøgu okkara.
Hóast ungu studentarnir kendu sítt upphav og vistu, hvørjir teir vóru ??? føroyingar ??? so var ynski um frámerki um tjóðskap teirra vakt kanska serliga, tá ið Ísland í 1918 sum sjálvstøðug tjóð longu í 1913 hevði veittrað við egnum flaggi.
Teir teknaðu, tosaðu og løgdu fram flagg eftir flagg. Krossurin var tíðliga valdur at vera við, men litirnir arbeiddu teir longri við. ??ivað hevur borðið í kamarinum verður fult av ymiskum flagguppskotum, við ymiskum skapi og litum. So við og við tók flaggið skap.
Um vit fara aftur til løtuna á steinløgdu gøtunum í Keypmannahavn, høvdu studentarnir kanska greitt tær frá, hvussu flaggið sá út, nú teir vóru komnir á mál, og um hugaligu løtuna, tá ið Ninna Jacobsen vísti teimum flaggskrýdda borðið, har fyrsta seymaða borðflaggið stóð.
Eins hugalig var løtan, tá ið Louis Zachariassen legði flaggið fram í Føroyingafelagnum 2. mars 1919, har tað fekk sína vígslu og stórliga varð fagnað av føroysku útisetunum í Føroyingafelagnum ??? tá undir heitinum studentaflaggið.
Tjóðskaparkenslan í ungu útisetunum hevur neyvan nakrantíð verið størri.
*
Felagsskapurin og kenslan at hoyra til hevur stóran týdning fyri okkum eins og møguleikarnir at menna mál, mentan og samfelagið sum heild.
Í dag er flaggdagur, og nú bera vit ongan iva um, at tað hevur havt stóran týdning, at vit í meira enn 100 ár hava havt egið flagg.
Eitt flagg er so nógv meira enn bara eitt plagg.
Men hví hevur tað týdning? Tað er kenslan av felagsskapi, sum við flagginum fær sítt egna frámerki. Undir Merkinum kenna vit okkum at hoyra heima.
Menniskju hava í fleiri túsund ár nýtt fløgg sum ímynd av felagsskapi. Fyrst við ymiskum merkjum á træstavum fyri síðani at gera toyfløgg. Hvíta flaggið merkir at geva skarvin yvir ??? at yvirgeva seg ??? og reyða flaggið ávarar móti vanda. Virkir og felagsskapir hava egin fløgg sum ímynd av virkseminum, visjón og missión. Vit virða fløgg og hava leiðbeiningar um nær, og hvussu tey skulu nýtast, og hvussu tey verða vundin á stong.
Fløgg siga frá, hvørji skipini eru, og hvar tey eru á veg. Kotufløgg við bókstavum og tølum hjálpa skipum at senda boð sum Mær tørvar hjálp ella Steðga. Hesi fløgg skapa trygd á sjónum. Hóast tøknin hevur tikið yvir, so verða fløggini enn brúkt.
Í januar í ár stóð at lesa, at Merkið fær toppkarakter. Tað var International Chamber of Shipping, sum hevði kunngjørt ein avrikslista yvir støðuna hjá altjóða skipaskrásetingum við ábendingar um, hvussu teir einstøku flaggstatirnir um allan heimin klára seg.
Tað hevur alstóran týdning, at føroyska flaggið verður sett í samband við trygd og góðsku á sjónum.
Ikki bara á sjónum, men eisini samfelagsliga. Merkið skal vera ímynd av góðsku og trygd. Undir Merkinum skal vera pláss fyri øllum, og her skulu vit skapa eitt samfelag, sum fevnir øllum borgarunum við møguleika fyri góða og virkna lívinum ??? uttan mun til førleika.
*
Hóast ungu studentarnir í 1919 ikki brúktu hesi orðini, so hugsi eg, at dirvi og hugurin at geva føroyingum egið flagg samstundis gjørdist ímyndin av góðsku, dirvi og trygd føroyinga.
Í fleiri ár vóru føroyingar tó ikki so samdir um, hvussu føroyska flaggið skuldu síggja út. Og danir vildu einki orð hoyra um nakað føroyskt flagg. Enn var einki føroyskt flagg viðurkent.
Tað er ein serstøk søga fyri seg ??? sum eg í dag lati liggja.
Tíðin frá 1919 gongur, árini fara og samfelagið og tíðirnar broytast. Seinast í 1930-unum gerst aftur ófriðarligt í Evropa, og vit kenna søguna. Mong føroysk skip vóru tá uttanlands, og kravt varð longu seint í 1939, at skipini, ið vóru uttanveltað, skuldu sigla við tjóðarmerki á skipssíðuni ??? og føroysk skip skuldu mála Dannebrog á síðuna.
Umborð á sluppini Thor vóru góð ráð nú dýr. Teir skulu sigla heima úr Íslandi, og flaggið skuldi málast á skipssíðuna. Sørvingurin Erik Niclasen, sum var skipari, bað motorpassaran Petur Heimá fara til verka. Nú skuldi Dannebrog málast á síðuna á Thor.
Men Petur Heimá var í døpurhuga, tí hann hevði ongan hug at mála Dannebrog á síðuna. Heima í Føroyum hevði hann víst avgjørt ynski um, at Føroyar sjálvsagt áttu at hava egið flagg, og við at mála annað flagg á skipssíðuna, gekk hann hesum ynski ímóti.
Eg veit ikki, um hann hevur gingið aftur og fram eina løtu. Tað sigur søgan einki um, men tað kunnu vit ímynda okkum. Hann hevur óivað spurt seg sjálvan: Hvussu skal eg koma burturúr hesum sum best. Hvussu er og ikki, so tók hann í øllum førum mót til sín og segði við Erik: Eg eri til reiðar at mála føroysk fløgg á skipssíðuna.
Kanska hevur tað verið tøgn eina løtu. Vit kunnu kanska leggja eitt sindur av spenningi í løtuna. Hetta var ein avgerandi løta, heimurin stendur í ljósum loga, sluppin Thor við manning, og Eriki og Peturi, liggur í Íslandi og skal sigla heim. Boðini eru greið, og hvat fer Erik nú at svara?
Erik brúkti fá orð segði stutt og greitt: Ger so tað!
Men teimum tørvaði máling í trimum litum. Norrønu litirnar hvítt, reytt og blátt. Tað hvíta og reyða áttu teir umborð. Verri var við tí bláa. Petur hugsar skjótt og minnist, at tey plagdu at bleikja lørift við bláilsi.
Veit ikki, hvussu nógv kenna orðið bláilsi, men Sprotin sigur, at bláilsi er blátt litevni at lata í tvátt at geva hvítum klæðum skæran dám.
Men tað, sum hevur týdning, er, at Petur visti, hvat tað var. Hetta lænti hann sær frá eini konu har á leið, og hann blandaði bláilsi upp í hvíta máling, og fløggini vórðu málað liðug og sluppin sigldi heim við Merkinum á síðuni.
Seinni í 1940 komu boð úr Bretlandi, við trýsti úr Føroyum, at Merkið skuldi veittra sum viðurkent flagg.
*
Vit hava øll persónligar søgur um, hvønn týdning Merkið hevur fyri okkum.
Minnist, at eg sum 7 ára gomul var á steinløgdu gøtunum í Keypmannahavn í sjúkraørindum. Eg gekk gøturnar, sum føroysku unglingarnir gingu, uttan tó at kenna flaggsøguna, og seinni sama dag gekk eg, saman við foreldrunum, eftir Birmavej, og í góðveðrinum í einum av vælvaksnu, vøkru urtagørðunum sá eg ein eyðkendan vimpil veittra. Hetta var Merkið. Fyri meg, sum bara var ein smágenta í útlondum, kendist tað kent, heitt og heimligt. Hetta merkti, at har vóru onnur, sum høvdu sama uppruna, mál og mentan, sum eg - føroyingar.
Eg gleddist yvir hvíta dúkin, reyða krossin við bláari rond, men hugsaði ikki um, hvør hevði víst leiðina til Merkið. Eins og eg ofta á hesi vøkru oynni, her tit búgva, hava notið at sæð Merkið vettrað.
Vit eru góð við Merkið og land okkara og kenna fjálgu kensluna, tá ið hjólini á flogfarinum hava sett seg á flogvøllin og sagt verður: Vælkomin heim.
Í dag havi eg hug at senda ein tjóðskapartanka í takksemi til ungu studentarnar og Jens Olivur Lisberg, sum sjálvur ikki upplivdi, hvussu stóran týdning dirvi teirra hevði. Eg hugsi, at Lisberg var spentur, tá ið hann í 1919 fór av steinløgdu gøtunum í Keypmannahavn heim til oyggjalandið mitt í havinum at ferðast við Merkinum í viðførinum. Heimkomin 22. juni í 1919 vant hann Merkið á stong í heimbygdini Fámjin.
Høgi, herðabreiði og ljóshærdi unglingin, sáttligur, fryntligur og skemtingarsamur og var sálin í studentalívi teirra, hin kveikjandi og eggjandi, sum hann verður lýstur í bókini um flaggsøguna, andaðist í 1920 einans 23 ára gamal.
*
Vit kunnu siga, at leiðin til egið flagg var sermerkt. Merkið varð gjørt og seymað av føroyskum útisetum í Danmark, danir noktaðu føroyingum egið flagg, sjálvir vóru føroyingar eitt sindur tví- ella kunnu vit siga fleirsintir um at veittra við Merkinum, og tað vóru bretar umvegis BBC, sum góvu boðini um, at føroysk skip skuldu sigla undir føroyskum flaggi.
Hetta var fyrst í 1940-unum. Í dag eru vit errin av Merkinum, og mugu tó viðurkenna, at enn stríðast vit við altjóða viðurkenning, sum sæst, tá ið vit ferðast á ymiskum altjóða pallum, har vit sum tjóð enn ikki hava fullan limaskap og viðurkenning. Sjálvsagt eiga vit at sita við borðið, har avgerðir verða tiknar.
Eg havi millum annað ein dreym um, at Merkið einaferð fer, sum tað ger til Paralympisku leikirnar, at veittra fyri føroyskum ítróttarfólki til olympisku leikirnar. Veit, hvussu tað kennist á altjóða leikvølli at síggja Merkið veittra yvir ymisleika viðurkennandi, at hóast ymisk, so hevur hvørt menniskja natúrligan rætt til eitt virkið lív, har neyðug stig verða tikin til at tryggja, at vit øll fáa notið henda rætt til fulnar. Tað er ein sigursæl kensla.
Í ST, har MEGD talar søk teirra, ið bera brek, til frama fyri batar í Føroyska samfelagnum á brekøkinum, skulu vit trampa hart fyri at fáa tey at skilja, at Føroyar er ikki Danmark. Tað hevur týdning, tí Føroyar er eitt lítið oyggjaland, sum ikki kann samanberast við onnur lond.
Í dag fagna við Merkinum. Vit eru føroyingar, vit hava egið mál og egna mentan og Merkið, sum vísir, hvørji vit eru. Við vón um, at vit skjótt sjálvi hava fult frælsi at avgera okkara egnu viðurskifti, og at vit framhaldandi fara at menna einar Føroyar fyri øll við góðsku og trygd føroyinga, syngi eg við H. A. Djurhuus, sum í 1920 yrkir:
Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt,
tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt.
Hjartaliga takk fyri heiðurin at røða í Sørvági og á Giljanesi í dag, sum er fagnaðardagur fyri okkum øll. Takk eisini fyri vakran hornblástur og slagverk, ið hoyrir einum slíkum degi til.
Fylkjast rað vit í rað,
kenna hjørtuni tað:
vit við tær stevna stinnir avstað.
Og sum tit so vakurt spældu: Gud signi mítt føðiland Føroyar.
Takk fyri!
Tóra við Keldu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald