Flaggdagsrenningin flytir omaneftir.
Flaggdagsrenningin 25.apríl, sum í ár er tann 29. í røðini, nærkast. Álmanakkin boðar frá, at várið er komið, dagarnir leingjast og vit brellast eftir at sleppa út. Og vit í Bragdinum vilja fegin bjóða øllum, sum hava hug at røra seg, at luttaka í Flaggdagsrenningini. Málportrið varð flutt omaneftir í fjør og tað riggaði so mikið væl, at vit aftur í ár byrja og enda uttanfyri Tryggingarfelagið Føroyar, sum er annar av okkara høvuðsstuðlið, saman við Eik.
Seinasta ár runnu børnini ein nýggjan tein, eins og vit eisini býttu tey í bólkar, og tað gera vit aftur í ár. Teinurin hjá teimum vaksnu er líka langur, sum áður, uml. 7 km. Og so royna vit aftur stuttleikarenningina, har øll, sum hava hug at røra seg, kunnu ganga ella renna 3,5 km. Vit vilja fegin hava so nógv, sum gjørligt at gera Flaggdagsrenningina enn betri, og at uppliva tað góða lagið, sum er, tá vit røra okkum, og tí eru øll vælkomin við, bæði ommur, børn, fastrar, abbabeiggjar, ja øll, sum hava hug at luttaka.
Umframt einstaklingakappingina, er eisini liðkapping millum virkir og stovnar. Tilmeldingin fer fram á okkara heimasíðu, www.bragdid.fo á bjálkanum ???melda til kappingar ??? og har ber eisini til at lesa meira um liðkappingina.
Renningin byrjar aftaná hugnaliga flaggdagshaldið á Vaglinum, uml. kl. 16.00. Heiðursmerki eru til tey fyrstu trý í øllum bólkunum, umframt vinningar til tann fyrsta í hvørjum bólki.
Fyri at fyrireikingarnar skulu ganga væl, er best at melda til, sum skjótast og áðrenn 22. apríl. Tað kann gerast við at fara inn á okkara heimasíðu, bragdid.fo og trýsta á bjálkan ???melda til kapping??? og síðani velja ???Flaggdagsrenningin 2015???. Eingin tilmelding er aftaná 22.apríl til 7 km, tó kunnu stuttleikarennarar melda til tá, men tá er kostnaðurin hægri. Meira sæst inni á okkara leinkju.
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll til Flaggdagsrenningina 2015, niðri á Kongabrúnni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald