Vinna

FK sigur nei takk til búregg

...

2017-06-14 09:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

FK hevur avgjørt at steðga søluna av búreggum, tí djóravælferðin fyri búrhøsn er alt ov vánalig.

Í Danmark hevur kjakið um búrhøsn verið í gongd í nógv ár, og tað hevur leitt til, at allir stórhandlar antin longu hava steðgað ella fara at steðga søluna av búreggum innan 2020. Í nógvum stórhandlum og matvøruframleiðslum í USA og fleiri lond í Evropa eru búregg heldur ikki at finna longur.

???Tað er frálíkt, at FK nú gongur fremst og tekur búregg av hillunum. Tað vísir, at ábyrgdin er á einum høgum støði. Eg vænti, at nógv onnur fara at gera tað sama,??? sigur Marna Frida Olsen, átaksleiðari í Anima og heldur fram, ???Anima fer nú at seta seg í samband við hinar handilsketurnar og mæla til, at tey eisini steðga søluna skjótast gjørligt.???

Í Danmark var tað filmar sum ???Mítt lív sum búrhøna???, ið fekk danskararnar til at hyggja búrhøsnini í eyguni og krevja meira ábyrgd frá virkjunum. Filmurin lýsir lívið hjá einari búrhønu frá kleking til slátur - men júst Petra er so heppin at fáa eina heilt aðra og eydnuríkari lagnu enn tann, ein vanlig búrhøna hevur í væntu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder