Vinna

FK í Vágum fær nýggjan deildarstjóra

...

2016-11-22 20:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Álvur Samuelsen, sum hevur starvast sum deildarstjóri í FK í Vágum tey seinastu nógvu árini, hevur sagt upp í FK, har hann hevur starvast í 30 ár - Álvur fer í starv hjá Eur-Express.

Tað verður 38-ára gamli Jóan Petur Joensen, sum býr í Sandavági, sum tekur við deildarstjórastarvinum í FK Vágar tann 1. desember. 

Jóan Petur er ættaður av Hvítanesi, hann var í læru í FK í Hoyvík, har hann var útlærdur í 2008. Seinastu árini hevur Jóan Petur starvast sum leiðari á Telebúðini í Havn.

Vit á JN.fo ynskja bæði Álvi og Jóan Peturi góða eydnu í nýggju størvum teirra.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder