Uppboðssøla av fiskirættindum
Fjórða ???opna??? uppboðssølan av fiskirættindum verður týsdagin19 sept. 2017 kl. 13:00.
Rættindini, ið seld verða, fevna um hesi fiskasløg og nøgd:
Norðhavssild: 8.500 tons
Svartkjaftur: 9.297 tons
Sølulinjurnar kunna heintasther
FMF mælir til at keyparar fyrireika seg í góðari tíð áðrenn uppboðssøluna, og eiga at gera fylgjandi:
Seti tykkum inn í lógina, kunngerðina og reglugerðina, sum hava við uppboðssøluna av rættindum at gera
Heinta IClientin frá heimasíðuni hjá FMF
Fyll út og undirskriva oyðublaðið "Tilmeldingarskjal og váttan frá keypara" og send tað til FMF
Fá brúkaratal, loyniorð og keypslykilin frá FMF
Seti tykkum inn í hvussu uppboðssøluskipanin virkar
Fá eitt telefonnummar frá FMF
Set neyðuga pengatrygd til FMF og Vørn
Um tit ivast í onkrum, so ring til FMF á 414141. Vit eru altíð klár at hjálpa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald