JN

Fjølgast í Sundalagnum

...

2018-03-23 16:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fólkatalið í Sunda kommunu hevur nú sett met. Seinasta uppgerðin vísur, at 23. mars 2018 búðu 1.775 fólk í kommununi, og er hetta tað hægsta nakrantíð.

Seinasta árið eru netto 28 fólk flutt til kommununa, meðan burðaravlopið er 18. Í 2005, tá tær seks gomlu kommunurnar løgdu saman, búðu 1557 fólk her. Hesi árini er fólkatalið sostatt vaksið við 218 fólkum, sum er 14%.

Enn er tó gott pláss og enn hevur kommunan fleiri grundstykkir tøk. Rúm er eisini fyri fleiri børnum í teimum trimum dagstovnunum. Nýggjur skúli og ítróttarhøll verða bygd á Oyrarbakka í løtuni, so umstøðurnar hjá barnafamiljum eru av teimum allarbestu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder