Vinna

Fjølbroyttur lesnaður í Frøði, sum fevnir víða bæði í tíð og rúmi

...

2015-12-04 16:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nýtt Frøði er komið og innihaldið fevnir víða bæði í tíð og rúmi.

SEV vann umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum, og ætlanin um at Føroyar skulu vera grønt land í 2030, verður umrødd í fyrstu greinini í Frøði hesa ferð. Terji Nielsen, sum er verkætlanarleiðari fyri hesa verkætlan, greiðir frá søguni í hesi tilgongd, og hvussu hetta kann setast í verk, soleiðis at øll orka, sum verður brúkt í Føroyum í 2030, verður grøn orka.

Jens Kjeld hevur skrásett fýrsnultivespu í Føroyum fyri fyrstu ferð. Hann greiðir frá, hvussu hann kom fram til, at talan er um hetta snultivespuslag. Hetta hevur verið eitt satt detektivarbeiði, sum hann lýsir væl í grein síni.

Alt í land er grein, sum Unn Laksá hevur skrivað. Hon tekur støði í norðurlendskum fiskivinnusamstarvi, sum í ár er undir føroyskari leiðslu. Hon vísir í greinini á, hví vit eiga at gagnnýta náttúrutilfeingið betur, og hon viðger teir møguleikar og tær forðingar, sum vit hava í Føroyum, tá ið talan er um ætlanina at fáa alt fiskatilfeingi til lands og til høldar.

??r einum búskaparligum sjónarhorni lýsir Hans Ellefsen spurningin um at gagnnýta alt tilfeingi við at føra innvølir av heimaleiðunum og høvd úr Barentshavinum til lands. Sambært Hans Ellefsen er tað sera ivasamt um tað landsbúskaparliga loysir seg at taka alt til lands.

Kristian Osvald Viderø hevur verið á breddanum seinasta árið í sambandi við, at Bergur Djurhuus Hansen fyrr í ár vardi ph.d.-ritgerð sína um ferðafrásagnir Viderøs. Í hesum blaði viðger Bergur evnið at ferðast og at skriva um tað. Hann greiðir frá lívi Viderøs og serliga ferðum hansara og um tað endamál, sum ferðafrásagnir sum heild hava havt gjøgnum tíðina.

Frøði er farið undir ein nýggjan tátt við orðasøgum, har greitt verður frá upprunanum til orðini og hvussu tey verða brúkt. Í hesum blaðnum lýsir Zakaris Svabo Hansen orðini bók og bókstavur og orðið óførur.

Laksalús og hvussu vit basa henni verður lýst í fýra stuttum greinum í blaðnum. Gunnvør á Norði viðger, hvussu laksalúsin nørist, og Kirstin Eliasen viðger, hvørja ávirkan lúsin hevur á laksin. Jonhard Eysturskarð kemur við ræðandi eygleiðing frá ílegugranskarum, sum vísa, at ein ílegubroyting er hend við laksalúsini, sum ger hana mótstøðuføra móti teimum viðgerðarevnum, ið hava verið nýtt til at basa henni. Hví og nær henda ílegubroyting er farin fram, kemur Jonhard við nøkrum boðum uppá. Í grein eftir Ásu Johannesen verða royndir at basa laksalús við rognkelsi lýstar. Hon nevnir rognkelsi ein føroyskan pussfisk og vísir í greinini á, hvussu rognkelsið kann vera við til at basa laksalúsini.

Undan valinum kannaði SamFelagið, hvussu stóra rúmd politisku flokkarnir fingu í valstríðnum. Í grein hevur Kári Holm Johannesen tosað við Gest Hovgaard, formann í felagnum, um, hvat hesar kanningar vístu um raðfesting fjølmiðlanna í tíðindaflutninginum.

??luva Eidesgaard lýsir milliarda gomlu søguna hjá jørðini, og hvussu jørðin støðugt er undir broyting. Hon vísir millum annað á, at seta vit Føroyar inn í jarðarinnar tíðarás og samanbera aldur jarðar við eitt samdøgur, hava Føroyar verið til í umleið 20 minuttir.

Frøði hesaferð er fjølbroytt við greinum innan sera ymisk fakøki, og tað fer ivaleyst at taka meiri enn teir 20 minuttirnar, Føroyar hava verið til, at lesa.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder