Ítróttur

Fjallasúkkling: Tað gongst væl hjá Helga W. Olsen og Lisette Rosenbeck Christensen

...

2016-09-14 10:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrr í ár vóru tey í Spania, í Andalicia, har tey luttóku í Andalicia Bike Race. Nú er tað Sveits. Helgi W. Olsen og Lissette eru í hesum døgum í Sveits og kappast. Í seks dagar skulu tey kappast í Alpunum í vakra Sveits. Har luttaka tey í afturvendandi fjallasúkklukappingini SwissEpic.

Tey koyra sum mix-lið, og higartil hevur gingið væl. Tey blivu nummar trý fyrstadagin, í prologinum, og aftur í gjár komu tey á mál sum nummar trý.

Í prologinum var rættiliga tætt. Helgi og Lissette komu á mál við somu tíð sum ???silvurliðið???, og bert nýggju sekund frá vinnarin.

Meðan tey fyrsta dagin skuldu koyra oman eftir fjallasíðunum, eitt slag av downhill, so skuldu tey næsta dagin koyra niðan á høgu fjøllunum í Sveits. Tað bleiv til eitt annaðpláss annan dagin.

Kappingin endar komandi leygardag. Meira er at lesa um SwissEpic her:

http://my2.raceresult.com/49048/results?lang=de&_ga=1.170486112.1521828831.1473851126#1_A06FA3

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder