MTB.fo skrivar: Finaluumfarið í Heystplúmm 2014 kappingarrøðini varð súkklað í sólglottunum sunnudagin 21 desembur 2014. 10 súkklarar høvdu bragdað sær út í vindin at berja seg runt á gøtunum kring Svartafoss. 9 mans og ein kvinna.
Upptaktin
Tað var serliga í bólkinum hjá monnum, at stórur spenningur var um endaligu støðuna í kappingarrøðini. Hilmar Hansen og Gunnar Dahl-Olsen hava skiftst um at vunnið undanfarnu kappingarnar, og støðan var soleiðis, at Gunnar lá á odda við einum stigi. Hilmar hevur tikið seg støðugt fram, og tí var stóri spurningurin, um Hilmar fór at vinna á Gunnari í síðstu kappingini.
Eitt sindur av teljaríið fór í tað heila, tí nógv smáting kundi venda sigurin til antin Gunnar ella Hilmar. Um javnt stóð í stigum, var tað vinnarin av flest kappingum, ið fór við sigrinum. Var eisini javnt her, so var tað vinnarin av finaluni, ið fór við tí. Hilmar skuldi soleiðis helst vinna kappingina, ella hava tvey pláss niður til Gunnar, fyri at basa honum.
Fyri at fløkja vónir og ætlanir, hevði ein dummur hundur blandað seg í spælið síðstu kappingina. Helgi Winther Olsen er heima í jólaferiu, og stóð klárur á strikuni, sum ein vespa sloppin úr myrkari krukku út í sólina. Hilmar skuldi soleiðis ikki bara basa Gunnari, men eisini seta Helga til viks fyri at ogna sær visitkortið sum ársins Heystplúmmari.
3, 2, 1 og set í gongd
Illa nokk hevði Kenneth dómari skotið kappingina í gongd, fyrr enn Helgi legði í eitt álop sum vakti skalv í Hoyvíkini. Hilmar vildi ikki lata hetta fara, og traðki sum ein óður í pedalirnar. ??rslitið gjørdist at ketan hvakk í og leyp av, og Hilmar mátti steðga og leypa av súkkluni, meðan heili flokkurin streyk framvið og fór undan. Helgi helt á og skundaði sær undan, meðan ein bólkur við einastu kvinnuni, Lisette Rosenbeck Christensen á odda og Gunnar Dahl-Olsen og Jógvan Højgaard í hølunum, settu eftir honum.
Teir báðir, Gunnar og Jógvan sluppu tó undan Lisette og hildu einsamallir á víðari. Tá hevði Hilmar eisini fingið bundið ketuna um tannhjólini aftur, og elti hinar súkklararnar við skúmi úr munninum. Ein fyri og annan eftir, tók hann súkklarar aftur. Hann rokaði framvið Róa Lamhauge og Høgna Rúnason ??ster og aftaná 2 rundir hevði hann heintað tey 20 sekundini hann var aftanfyri Jógvan og Gunnar.
Tá teir tríggir sótu saman, fór nakað av taktikki í. Tempoið fór eitt sindur niður, áðrenn Hilmar gjørdi eitt álop, har tað eydnaðist honum at sleppa undan. Síðani helt hann á og økti alla tíðina meira og meira til Gunnar, sum eisini økti frástøðuna til Jógvan.
Endabresturin
Helgi var tó eisini strokin, og lat ikki nógv vera í iva um, at hann ætlaði sær fyrst á mál. Tí var ilt hjá Hilmari at tryggja sær sigurin á degnum og harvið kappingarrøðini. Gunnar helt eisini á, og lat ongan iva vera um, at hann ætlaði sær at vinna røðina. Endin var, at Helgi vann kappingina trygt og Hilmar gjørdist næstur honum frammanfyri Gunnari á triðjaplássinum.
Í hugnabólkinum vann Kjartan Egholm kappingina frammanfyri Arnfinni Helmsdal og Lisette vann kappingina hjá kvinnum.
Bólkur | Pláss | Navn | Tíð | 1 | 2 | 3 | 4 | 5 | 6 |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Menn | 1 | Helgi Winther Olsen | 01:05:29,9 | 10:40,9 | 10:51,2 | 11:04,0 | 11:01,5 | 10:54,8 | 10:57,5 |
Menn | 2 | Hilmar Hansen | 01:09:18,1 | 11:41,4 | 11:33,7 | 11:19,7 | 11:30,3 | 11:39,4 | 11:32,9 |
Menn | 3 | Gunnar Dahl-Olsen | 01:11:32,5 | 11:24,8 | 11:48,1 | 11:29,1 | 12:11,2 | 12:17,8 | 12:21,3 |
Menn | 4 | Jógvan Hø??jgaard | 01:12:31,0 | 11:21,4 | 11:55,7 | 12:00,2 | 12:07,8 | 12:22,8 | 12:42,5 |
Menn | 5 | Hø??gni Rúnason ??ster | 01:06:48,9 | 12:22,8 | 13:40,1 | 13:28,9 | 14:06,7 | 13:10,1 | |
Menn | 6 | Rói Lamhauge | 01:10:21,7 | 13:38,9 | 13:49,2 | 13:58,0 | 14:18,8 | 14:36,7 | |
Menn | 7 | Andrass Joensen | 00:11:58,1 | 11:58,1 | |||||
Hugni | 1 | Kjartan Egholm | 00:57:22,8 | 13:34,8 | 14:33,4 | 14:13,3 | 15:01,2 | ||
Hugni | 2 | Arnfinnur Helmsdal | 01:00:07,0 | 14:22,8 | 15:46,2 | 14:42,1 | 15:15,9 | ||
Hugni | - | Jóanes | DNF | ||||||
Kvinnur | 1 | Lisette Rosenbeck Christensen | 01:03:29,3 | 12:04,7 | 12:26,8 | 13:25,2 | 12:48,8 | 12:43,5 |
Í hugnabólkinum var bara Arnfinnur Helmsdal, sum luttók i fimm neyðugu kappingunum, og tí gjørdist greiður vinnari.
Hjá kvinnum hava eisini verið fleiri fjallasúkklarar við, men eingin hevur súkklað fimm kappingar, so har gjørdist eingin vinnari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald