Fjallasúkklufelagið skipar í heyst fyri einari røð súkklukappingum, Heystplúmm 2014. ??tlanin er at hesar skullu økja um áhugan fyri fjallasúkkling og sum skal menna føroysku landsliðssúkklararnar, nú tað bert eru sjey mánaðir til kappast skal á Jersey.
Heystplúmm súkklukappingin er fyri øll ??? roynd sum óroynd. Endamálið er at økja um áhugan og at fáa fleiri at súkkla í okkara góða og spennandi súkkluumhvørvi.
Kappingin er sett saman av seks kappingum. Kappingarnar eru í Havn, og kappast verður á økinum kring viðalundina í Hoydølum, við Svartafoss og á gøtunum kring Hotel Føroyar.
Kappast verður í tveimum bólkum. Motionistarog royndir fjallasúkklarar. Meðan motionistarnir koyra í 45 minuttir, so koyra hini í 60 minuttir. Koyrt verður umfør á einum ávísum øki, og tá seksti minuttir eru farnir, so verður farið út á seinasta umfar. Fyrstur um málstrikuna hevur vunnið. Teinarnir eru ikki tekniskir, hetta fyri at flest øll kunnu luttaka.
Fyrsta kapping var fyrst í oktobur, og nú vit skriva hálvan novembur so hava fýra kappingar verið.
Ein sum ikki megnaði at vinna sær pláss á føroyska landsliðnum tá kappast varð á Bermuda er ungi toftamaðurin Hilmar Hansen.
Hilmar hevur ment seg nógv
Hilmar hevur ment seg nógv seinasta árið, og hevur hann, við miðvísari venjing, megnað at vunnið sær eitt fyrsta pláss og tvey silvurmerki higartil í kappingini. Allarhelst verður Hilmar ein av føroysku súkklarunum á føroyska landsliðnum.
Næstur um málstrikuna sunnudagin gjørdist Hilmar, tá kappast varð á økinum kring Føroya Studentaskúla í Hoydølum.
Tað bleiv lagt hart út, og tíðliga í kappingini vóru tað Jógvan Højgaard, Sigmund Olsson, Hilmar Hansen og Gunnar Dahl-Olsen, ið fóru frá hinum súkklarunum.
Tá farið var á 3. umfar eydnaðist tað Sigmundi og Gunnari at ???fáa hol??? aftur til hinar. Teir øktu um ferðina og munurin gjørdist størri og størri, men Hilmar stríddist væl, og løtu seinni hevði hann koyrt Sigmund og Gunnar inn aftur. Hilmar hevði nú brúkt nógva orku, og tá Gunnar á øðrum sinni royndi at koyra frá feltinum aftur, so megnaði hvørki Hilmar ella Sigmund at fylgja honum. Gunnar fekk ???hol???, og seinastu trý umførinum koyrdi hann solo ??? og á mál. Men hetta var ikki uttan stríð og strev. Hilmar elti hann. Munurin millum teir minkaði, og vaks. Minkaði og vaks, og endin var, at Gunnar kom á mál bara 15 sekund frammanfyri Hilmar Hansen, ið gjørdist næstur um málstrikuna.
Kappingin um triðjaplássið stóð millum Jógvan Højgaard og Sigmund Olsson. Sigmund lá leingi á einum tryggum triðjaplássi, men á seinasta umfari setti Jógvan ein góðan endaspurt inn, og megnaði tí at vinna sær eitt pláss á sigurspallinum.
Svimjarar á súkklu og FM
Arnfinnur Helmsdal vann sunnudagin og er nú á odda hjá motionistum, ella í sokallaða Hugnabólkinum. Arnfinnur kappast við garvaðar svimjarar sum Ian Skylv og Evald Rasmussen.
Ian hevur eisini klárað seg væl í kappingini, men samlaða úrslitið hjá honum er ávirkað av, at hann ikki hevur luttikið í øllum fýra kappingunum.
Síðst í novembur verður kappast um føroyska meistaraheitið í fjallasúkkling.
- Meðan venjingartiltakið síðst í novembur er ætlað bruttolandsliðnum, eru kappingarnar sjálvandi fyri allar fjallasúkklarar. Vónandi koma nógvir luttakarar at royna seg og stuðla undir bæði súkklingini og arbeiðinum hjá bruttolandsliðnum. Jú fleiri ið luttaka í kappingunum, jú størri og betri gerast tiltøkini. Heystplúmm kappingarnar hava eydnast væl og um vit støðugt klára at fáa fleiri og fleiri luttakarar, so gerast royndirnar hjá øllum súkklarunum betri at kappast í røttum kappingum, sigur Helgi W. Olsen í greinini á www.mtb.fo.
- Rutan til FM XCO verður kanska eitt vet torførari enn tað hevur verið til Heystplúmm kappingarnar, men tó soleiðis, at flest øll kunnu vera við. Er okkurt eyka torført, so ber altíð til at fara av súkkluni og leiða súkkluna framvið. Hugsast skal eisini um, at vinnarin av FM gjarna skal kunna vera bæði fysiskt og tekniskt sterkur, og so mikið væl fyri, at íðkarin kann súkklað alt og fær fyrimun av, at okkurt torført er á rutuni. Rutan til FM XCC er lættari og líkist nógv Heystplúmm. Her er tað í størri mun taktikkurin og rástyrkjan, ið ger munin, sigur Helgi við heimasíðuna www.mtb.fo
Næsta og næstseinasta Heystplúmm kappingin verður sunnudagin 7. desembur. Kappingin byrjar kl. 13 og tilber at tilmelda seg á heimasíðuni hjá fjallasúkklufelagnum, www.mtb.fo. Her ber eisini til at lesa meira um samlaðu støðuna í Heystplúmm kappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald