2015-10-29 17:16
Fyri føroyingar er tað ikki bara fjákut, men kann eisini vera beinleiðis vandamikið, at javnstilla fiskivinnuna, eina av heimsins mest lokalt forankraðu vinnum, við oljuvinnuna, ið er ímyndin av vinnuligari globalisering og stórkapitali.
Tá vit um túsundáraskiftið av álvara fóru at hugsa um frálands olju og gass sum framtíðar vinnuveg og inntøkukeldu fyri samfelagið, uppstóð ein smart-ljóðandi logikkur í tí almenna orðaskiftinum um vinnupolitikk: fiski- og alivinnan skal, eins og tann spennandi og gylt klirrandi orkuvinnan, síggjast, skiljast og viðgerast í einum nýggjum ljósi: sum tilfeingisvinna.
Eitt fantastiskt orð, tilfeingisvinna; ikki bara olja og gass pluss fiski- og alivinnu, men eisini alt tað grøna so sum vindorka, vatnorka og hvørt av sínum. Alt undir ein hatt. Hetta mundi vera funnin fressur fyri tey ??? og tey eru, ella vóru, ikki so fá ??? sum av ymiskum orsøkum ið vit ikki skulu fara inn á her, leingi høvdu ynskt dominansin av fiski- og alivinnuni burtur har piparið grør. Nú hómaðist hjá teimum endiliga ljós fyri framman í formi av einari komandi oljuvinnu sum skjótt hevði kunnað trumfað alt annað av hvat viðvíkur auru av pengum og prestigu. Og her var talan um altjóðagerð og makt sum munaði: lokalir fiskireiðarar kunnu bara pakka saman í allari sammeting við multinational oljufeløg ??? Harragud, har er eingin samanbering millum bygdafrell við slitnum hands-on leiðslustíli øðrumegin og væl pussað management fólk við fullum bureaukratiskum viðhangi hinumegin, sum vera man aftur við caffè latte mentan og øllum tí metropoliska sum har til hoyrir.
Alt hetta tóktist leggja fram eina ideologiska sleggju, sum lovaði at banka gamlar bygnaðir sundur í mjøl. Okkurt av einari slíkari tilgongd gjørdist eisini veruleiki, upp á gott og ónt.
Næstan komiskt
???Men Havnin, men Havnin, tann deiliga Havn...??? fekk næstan ein profetiskan undirtóna í bakgrundini, tá hesin trendur var í hæddini fyri ikki langari tíð síðani. Tá so fallandi oljuprísir av álvara góvu at bíta, og útlitini fyri oljuleiting í føroyskum havumhvørvi fingu eitt bakkast ??? og tað er so aftur ein søga fyri seg, sum vit heldur ikki ætla okkum nærru inn á í hesum viðfangi ??? broyttist alt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald