2017-01-20 15:23
Tíðindaskriv frá Fiskivinnuskúlanum
Næmingar úr Vágum, sum ganga á tilfeingisbreytini á Fiskivinnuskúlanum, kunnu nú aftur brúka bussarnar hjá Bygdaleiðum til og frá skúla í Vestmanna. Undan ársskiftinum var hóskandi bussamband í skúla um morgnarnar, men á veg heimaftur máttu næmingarnir antin bíða í Kollfjarðadali í umleið ein tíma ella koyra líka til Havnar fyri at skifta buss til Vágarnar. Hetta er nú broytt.
Leiðslan á Fiskivinnuskúlanum hevur samskift við Strandferðsluna um trupulleikan, og tey hava verið so beinasom at tillaga ferðaætlanina soleiðis, at nú ber til at brúka almennu farleiðina bæði á veg í skúla og heimaftur aftaná skúlatíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald