Vinna

Fiskivinnuskipanin

...

2017-01-23 21:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú gongur sera skjótt til at tíðin er úti, og at vit skulu hava ein nýggjan leist á loyviskipanini. Men er nakað nýtt at hóma og kann tað brúkast sum er lagt fram.

Skipað grandfathering er glosa sum er meir og meir at hoyra. Hví ið man skal skifta heiti á verðandi skipan veit eg ikki, men tað er tað sum verðandi skipan er. Skipað grandfathering, ella at loyvini ganga í arv og eru fult umsetilig, er verðandi skipan. Einasta nýggja í hesum sum eg hoyri, er at tað skal takast frá landstýrismanninum og leggjast í eina serliga nevnd at umsita. Sjálvur haldi eg ikki at tað er serliga skilagott. Landstýrismaðurin er hóast alt beinleiðis ella óbeinleiðis fólkavaldur og stendur harvið til svars yvir fyri fólkinum. Ein politiskt útpeikaður serfrøðingabólkur er bara at taka meiri vald frá demokratinum. Ein serfrøðinga bólkur kann verða minst so korruptur ella ókorruptur sum landstýrismaðurin, so har er onki vunnið í so máta. Eisini er hann enn eitt dýrkandi lið í skipanini afturat.

Stuttíðaruppboð er eisini ein skipan sum hevur verið nógv frammi. Men eg haldi ikki at hesin leisturin er ein gongd leið. Tað haldi eg at tey flestu við eitt sindur av innliti nú erkenna. Hetta vísa m.a. tær sølurnar sum higartil hava verið. Tað er ein kampur við deyðanum sum fylgju. Tann serkasti yvilivur og eigur alt til endans. Jú man kann sagtans bjóða seg fram, men tað verður ongantíð ein kampur á jøvnum fóti. Eg hevði í hvussu so er aftra meg við at fari uppí ringin til Muamed Ali. Man kann kanska altíð royna, men útfalli er givið frammanundan.

Fyri at bera í bøtuflaka, eru tað nøkur sum enn siga, at vit kunnu bjóða eitt ???sindur??? út á uppboð. Fyri at vita hvar ið prísstøðið er, ella fyri at geva uttanfyristandandi møguleikan at koma inn, er partur av grundgevingum fyri hesum. Men tað er einki so skeivt sum hetta. 1. Tú fært ongantíð rætta prísin um tú ikki bjóðar alt út. Prísurin fyri avmarkaða nøgd endurspeglar ongantíð prísin fyri fulla nøgd. Hann verður altíð misvísandi. 2. Gottin verður alt ov høg fyri nýggjan at koma inn um hann skal bjóða móti einum verðandi. Dømi er at 10% verða boðin út og at kvotan er seld fyri 6kr/kg. Keypa teir sum eru inni, kostar tað teimun 1/10 ella 60oyru. Ein nýggjur má gjalda allar 6krónurnar. So at eg haldi at tað er ein vanvirðing og ein manglandi fatan at tingunum, tá ið sagt verður at, ???man kan altíð selja eitt sindur á uppboð???.

Noy, eg vendi aftur til mítt egna uppskot sum eina gongda leið. Latið loyvini verða hjá teimun sum eru og seti møguliga eina tíðaravmarking á. Tá ið loyvi skulu avhendast, gerið tað so opið og alment, í eini sølututilgongd har ið tann sum hevur hug, heldur seg fram at. Vinningurin av søluni verður deildur millum eigara landi sum fær tilfeingisrentuna og leysgevandi íhendihava sum fær rentuna. Er man í iva um býti, ber til at rokna seg fram til tað. Nýggj loyvi selur landi fyrstu ferð, síðani koma tey undir somu skipan sum verðandi loyvi.

Tá fáa vit eina trygga skipan sum vinnan kann byggja á, og landi/eigarin fær tað sum tað eigur.

Tilfeingisgjald, sum ikki er tað sama sum tilfeingisrenta, kann verða inni í skipanini fyri tað. Tilfeingisgjald, kvotur vs dagar, o.a. hevur einki við loyvisskipanina at gera.

Frímund Hansen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder