Vinna

Fiskivinnuráðstevna í Løkshøll

...

2016-07-20 10:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 TíðindaskrivR7 skipar fyri fiskivinnu-ráðstevnu í Løkshøll, 1. September 2016.Orsøkin til at R7 skipar fyri hesum tiltakið er, at mett verður, at upplýsingin í samband við ætlaðubroytingarnar í fiskivinnuskipanini kundi verið betri. Vit halda at tað er ov lítið av upplýsingum ogikki lýst nóg breitt.

Tí hava vit lagt okkum í seðlarnar og roynt at útvega best møguligar fyrilestrahaldarar, sum eisiniumboða flest møgulig sjónarmið. 

Vit ynskja at leggja dent á fiskivinnuskipan og at ráðstevnan skal lýsa fyrimunir og vansar viðmarknaðargrundaðari uppboðssølu og grandfathering. 

Vit meta tað sum eina sjálvfylgju, at løgtings- og landsstýrisfólk møta, eins og vit vóna at fleiri fólk úrlandsumsitingini og onnur við áhuga møta. 

Vinnan hevur víst hesum tiltakinum stóran áhuga og møtir tí vónandi fjølment. 

Hesir fara at halda fyrilestur: 

Gary D Libecap, (føddur 1946) professari í búskapi, http://www.garylibecap.com/Gary fer at greiða frá um fyrimunir við Grandfathering. Hann hevur fingist við tilfeingi í náttúrinistóran part av sínum virkna arbeiðslívi. 

Martin Paldam, (Føddur 1942) Professari í búskapi, http://martin.paldam.dkMartin fer at greiða frá um rents og konkurrenceevne/ rents and compettitiveness Tað verðurnakað við at greiða frá um vansar við at tilfeingisrenta endar í landskassanum, og hvussuhesir vansar eru so lítlir sum gjørligt. 

Charles R Plott, (føddur 1938) professari í búskapi,https://www.hss.caltech.edu/content/charles-r- plottCharlie hevur arbeitt nógv við experimental economics. Í stuttum ber til at siga, at Charlie hevur veriðvið til at útvikla hættir at gera royndir við.Meira kann lesast her: http://eeps.caltech.edu/ 

Okkara ætlan við at fáa Charlie at koma til Føroya er, at hann kann greiða frá, hvussu tað møguliga er best atskipa eina uppboðssølu. Charlie hevur royndir og telduprogram, sum gera tað møguligt at meta um, hvathendir, um vit selja fiskirættindi á uppboðssølu. Til ber at seta ymiskar fortreytir og síðan meta um avleiðingar.Charlie hevur arbeitt nógv saman við Vernon Smith, sum vann Nobel heiðursløn í búskapi í 2002.

 Charlie kemur ikki til Føroya at siga okkum, um vit skulu selja ella, ikki selja fiskirættindi á uppboðssølu, hannkemur hendavegin at vísa okkum á møguleikar til at meta um tað vit ætla at gera. Tað vil siga at hann fer athjálpa okkum at útvega grundarlag til at taka støðu útfrá.Hetta er ein hjálp hjá teimum, sum ikki vilja hava uppboðssølu, at meta um og grundgeva fyri vansum viðuppboðssølu. Somuleiðis er tað ein hjálp hjá teimum, sum vilja hava uppboðssølu, at meta um og grundgevafyri fyrimunum við einari uppboðssølu. 

Vit fara eisini at hava aðrar fyrilestrahaldarar, men meira um tað seinni. Tó hava vit fingið váttan fráFiskimálaráðnum, at teir koma at greiða frá ???Uppskotinum um uppboðssølu,??? sum verður framlagt primoaugust. Tað verður sjálvandi ein framløga, sum fer at argumentera fyri tí uppskotinum og tað verður heilt vísteitt uppskot um uppboðssølu. 

Fyribils Skrá: 

Fyrilestur Charles R Plott, 30-45 minuttir

 Fyrilestur Gary D Libecap, 30-45 minuttir 

Fyrilestur Martin Paldam, 30-45 minuttir 

Fyrilestur, Fiskimálaráðið um nýggja uppskotið um uppboðssølu av fiskirættindum 20-30 minuttir 

Harumframt verða nakrir aðrir styttri fyrilestrar. 

Ráðstevnan byrjar Kl. 9.30 og endar umleið Kl. 16.00 

Stað: Løkshøll, avmarka til 305 luttakarar. (tí er umráðandi at melda til í góðari tíð) 

Tilmelding: Flyt kr. 395,- á konto í Eik 9181- 484.432.9 og viðmerk ráðstevna og navn á luttakaraKaffi og máltíð á middegi er íroknað tilmeldingargjaldinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder