Strámenn, Anitu-málið og ivingasamar sølur. Umframt veruleikin, at ein einsamallur maður býtir út størru helvtina av føroysku fiskirættindunum - uttan treytir. Hetta er støðan í føroysku fiskivinnuni í dag.
So er líkamikið, hvussu nógv Jacob Vestergaard brølar tað mótsatta.
Vit í Tjóðveldi vilja nýggjan fiskivinnupolitikk, har fremsta málið er at fáa fiskivinnuna aftur á føroyskar hendur. Men samstundis vilja vit tryggja ein marknað har vinnuligu aktørarnir virka á jøvnum føti.
Vit fegnast øll um makrelin, og um tingingarnar við ES. Men tíanverri er hetta eitt eindømi, tá tað snýr seg um successir hjá Jacob Vestergaard.
So hóast lógvabrestir ljóðaðu í høllini í Runavík hóskvøldið, tá Jacob Vestergaard brølaði eftir sínum politiskum kappingarneytum, so er lítið at klappa fyri, tá fiskimálaráðharrin skal vigast.
Fremsti førleikin í føroyskari fiskivinnu, er at kenna telefonnummarið hjá landsstýrismanninum. verður sagt. Hetta er samfelagsligur ørskapur, og kennir bara sín líka í pørtum av heiminum, vit ikki vanliga meta okkum saman við.
??rslitið er, at fiskivinnan í stóran mun er gloppin okkum av hondum, og verður umsitin av útlendingum, umvegis strámenn og landsstýrismannin í fiskivinnumálum. Jacob Vestergaard sigur, at hann vil broyta hetta. Men prógvini tala fyri seg: Á hansara vakt er strámanna virksemið sloppið ótarna at taka kvørkratakið á okkara fiskiríkidømi.
Ongin nýggjur vinnurekandi sleppur framat, uttan gjøgnum bakdyrnar. ??randi upphæddir fyri veiðuloyvi eru sum eitt lodd um hálsin á botnfiskaflottanum. Ein stórur meiriluti á løgtingi vil broyta hetta. Men einki er hent við Fólkaflokkinum í Fiskimálaráðnum.
Tað ljóðar, at Fólkaflokkurin vil geva reiðarunum fiskirættindini í allar ævir, at selja og spekulera í, sum teir vilja - eisini til útlendingar, sum síggja føroyska matkovan, sum ein høgligan gloypibita at nøkta økta matvørutørvin í heiminum.
Samstundis er álit føroyinga í mong, mong ár, Føroyagrunnurin fyri stórum bakkasti, tí at einki verður gjørt fyri at bøta um stovnsrøktina. Heimaflotin hevur sera trupul kor, og eingin endurnýggjan er av flotanum.
Var tað ikki fyri okkara stríð fyri at fáa línuskipunum rættindini aftur á Flemish Cap, so var støðan ótolandi.
Her má setast nýggj fiskivinnukós, skal vón vera fyri landinum. At dúva uppá ein fiskivinnupolitikk, har ein persónur ræður, fýra sleppa at fiska, og útlendingar fara avstað við vinninginum, byggir einki land.
Í løtuni heldur uppisjóvarfiskurin lív í flotanum, men føroyingar vita, at uppisjóvarfiskur er komandi og farandi.
Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður og valevni hjá Tjóðveldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald