Framsókn telist millum teirra sum vil broytingar innan fiski-vinnu okkara.
Størsta stigið til hesar broytingar er lóggávan sum skal koma ístaðin fyri núverandi lóggávu sum gongur út 1.januar 2018.
Nógv órógv hevur verið, og er um hesar broytingar, og er tað innlýsandi, tí hesin dagurin nærkast nú av álvara.
??runa fyri at órógv er í vinnuni og millum fólk, eigur politiska skipanin, sum einki hevur gjørt við umstøðurnar, hóast tey hava vita at lóggávan bert er galdandi til 1.januar 2018.
Men vit mugu nú ikki gloyma, at í komandi tingsetu er tíðarskeiði fram til henda dagin, longri enn tíðarskeiði eftir 1.januar 2018.
Í hesum tíðarskeiðnum fer at vera arbeitt fram ímóti, at seta nýggja lóggávu í gildi fyri fiskivinnu okkara.
Vit hava nøkur boð uppá hvat ein tílík nýskipan skal vera samansett av, og eru tey at finna í valskrá floksins.
Í valskránni, sum Framsókn hevur sent hvørjum húsarhaldi í landinum, verður gjørt greitt, at Framsókn fer at tryggja at broytinganar komandi árini, henda eftir einum skipaðum leisti, sum allir partar kunnu kenna seg tryggar við.
HEIMAFLOTIN.
Umframt nevndu lógarbroytingar, so er nógv annað sum eigur at vera framt í fiskivinnuni sjálvari.
Hyggja vit uppá heimaflotan, so er eingin sum helst ivi um at hann hevur verið fyri vanbýti, nú eitt øgiligt fiskatilfeingi hevur verið á grunnum okkara.
Verður hugt uppá inntøkumunin hjá ymsu veiðubólkunum, so sæst hesin skeivleiki og átti hann at skorið í eyguni, á einum og hvørjum sum ábyrgdast bara eitt lítið vet.
Framsókn fer til allar tíðir, at virka fyri einum javnari býti enn tað vit síggja í dag.
Ísland.
Sitandi samgonga hevur tíverri lagt sjógv millum, í góða samstarvinum sum vit hava havt við grannanar fyri vestan.
Hesir grannar, sum til allar tíðir hava verið okkum góðir og latið partar av fiskiflota okkara troytt teirra grunnar, eru nú so rísnir, at teir hava nokta onkrum av skipum okkara tænastur, ja enntá at skifta fólk inni á teirra øki.
Hesi viðurskifti fara vit at gera alt fyri at bøta aftur og fara vit at royna, at vinna trongda línuflotanum økt rættindi í teirra sjógvi.
Hetta kann millum annað gerast, við at handla partar av uppisjóvartilfeinginum um við tosk í teirra sjógvi.
Ikki er tað so nógv sum skal til. Fáa línubátanir eini 300 tons av toski hvør, aftrat verandi kvotum, so hevði sæð heilt ørðvísi út bæði hjá skipi og manning.
Lætta vit trýsti á grunnum okkara, við at línuflotin verður meira á Íslandsgrunnunum, so verður rúmsáttari hjá útróðrarflotanum.
Trolaraflotin.
Geri ikki so nógv við trolaraflotan í hesum umgangi. Teir hava partvís fingið lut í uppisjóvartilfeinginum, men eingin ivi er um, at teir kundu fingið størri part av tilfeinginum.
??tróður.
??tróðurin hevur verið fyri stórsta bakkasti og skyldast tað í stóran mun, at tað hevur verið lítið at fingið inni við land seinnu árini.
Men lóggáva, sum gjørdi at um ein útróðrarmaður skuldi vera fultrikin, so skuldi hann forvinni meira enn 400.000kr árliga, slóg beinini undan mongum av teimum sum tókust við hesa vinnu.
Ein fylgja av at útróðurin í dag er við at fara í søguna, er at lívið á bryggjuni við egningaskúranar er nærum útdeytt.
Hetta er stórt spell, tá vit hugsa um møguleikan hjá ungdómi og pensionistum at vinna sær pening í hesi vinnu.
Ikki skal man heldur síggja burtur frá tí positivu og øgiligu mentanarligu ávirkanini hetta umhvørvi hevur havt, har ungdómur og pensionistar møtast við útróðrarmanninum mitt millum teirra.
Framsókn fer tí at hyggja uppá hesi viðurskifti, so at vit bøta um í tann mun tað er gagnligt. Í hesi gjøgnumgongd verður eisini hugt at upphæddini sum fultrikni útróðrarmaðurin skal forvinna fyri at vera í skipanini og í bólki 5A.
Gott val.
Hetta er nakað av tí sum eg eri upptikin av, og komi at arbeiða fyri, um so er at tit vísa mær tað álit, at vera millum tey 33 sum komandi 4 árini skulu stjórna landinum.
Fari at ynskja Føroya Fólki eitt gott val.
Sámal Petur í Grund
Valevni á lista F.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald