2015-01-24 15:00
Fiskiskapurin við Flemish Cap er sera góður, har er fínasta veður og gott lag á monnum.
??ll skipini læta væl at fiskiskapinum. Kambur hevur uml. 100 tons, Eivind heldur lakari. Klakkur er betur útgjørdur enn hinir, við størri frystikapasiteti o.o. so hann fær meira ígjøgnum hvønn dagin, meðan hinir, til tíðir mugu liggja stilt vegna vantandi frystiorku. Hetta ger, at heldur minni fer í lastina hjá teimum. Váðasteinur er til ísfisk, teir læta eisini væl at fiskiskapinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald