Politikkur

Fiskimaðurin niður á 400.000 í inntøku

...

2018-05-17 08:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú er alt vent á høvdið. Landsstýrismaðurin, sum við lóggávu skuldi frítaka fiskimenn fyri at gjalda fyri uppboðssøluna, gevur nú reiðarunum skuldina fyri, at manningarnar fáa stóran lønarmiss. Provokatión rópar landsstýrismaðurin tað. Teir øsa manningarnar, sigur hann. ??gvusligi lønarniðurskurðurin hjá fiskimonnum órógvar ikki landsstýrismannin. ???Tað er óneyðugt at fáa stríð um???, sum hann málber seg. Ein trýr illa sínum egnu oyrum!
Í staðin fyri at spyrja landsstýrismannin um brotin lyftir, gevur útvarpsmaðurin honum fría mikrofon at proklamerað, at nýggja lógin gevur fiskimanninum eitt ???heilt annað grundarlag???.
???Nýtt grundarlag???. ??ll tilfeingisrentan skal í Landskassan. Landsstýrismaðurin hevur reypað av, at nýggja lóggávan fer at geva landskassanum eina heila milliard. Landsstýrismaðurin veit, at høvuðsfortreytin fyri ???milliardina??? er, at hýran hjá fiskimanninum í mesta lagi skal vera 400.000 kr um árið. Hetta framgongur týðiliga og greitt í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum, har ???ov nógv goldin løn til fiskimenn??? er meginparturin av tilfeingisrentuni, sum skal í landskassan. Tá ið Høgni Hoydal reypar um ???milliardina???, sigur hann samstundis, at fiskimaðurin bert skal forvinna sær 400.000 kr. um árið. ??hoyrt, soleiðis at blanda seg uppí fría samráðingarrættin.
Hetta er tað nýggja grundarlagið, sum fiskimenn skulu venja seg við. Landsstýrismaðurin roynir at flyta fokus, við at seta fiskimannin upp ímóti reiðaranum. Tað, sum landsstýrismaðurin nevnur sum nýtt grundarlag, heldur ikki. Tað hava onnur víst á, so tað verður ikki viðgjørt her. Tað er bert uppboðssølan, sum er munurin.
Niðurlagingin er byrjað, ikki bert av lønini hjá fiskimonnum, men av allari fiskivinnuni. Vónandi fer tað at bera til at rætta uppaftur, so vit aftur fáa eina fiskivinnu, sum kann skapa vøkstur í Føroyum.

Jacob Vestergaard.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder